Minnist væl, at eg sum smádrongur hugsaði, at tað mátti hava verið spennandi at liva ávís tíðarskeið.
Tá ið mamma fortaldi mær um bretsku hermenninar, sum vóru í Gøtu undir krígnum, helt eg, at tann tíðin mundi hava verið ótrúliga spennandi. Hon fortaldi eisini um, tá ið eitt týskt bumbuflogfar varð niðurskotið á Gøtuvík. Eisini tað helt eg vera spennandi, og ynskti at eg hevði upplivað tað.
Aldaskiftið var eisini eitt av tíðarskeiðunum, sum eg helt vera serliga spennandi. Hugsaði, at gongur alt væl, so sleppi eg sjálvur at uppliva eitt slíkt aldaskifti, ja meira enn tað: eitt túsundárskifti.
Nú er nær við. Sjálvandi kennir ongin dagin í morgin, men gongur alt sum vanligt, so eru bert góðir tríggir mánaðir til vit fara inn í eina nýggja øld og eitt nýtt ártúsund.
Hvat so?
Er tað so nakað serligt at liva júst í hesum døgum, og hvat skal man gera fyri at upplivingin verður stór? Hvat skal man gera fyri at gamlaárskvøld 1999 verður øðrvísi enn so mong onnur gamlaárskvøld?
Svarini eru sjálvandi ymisk - ; alt eftir hvør spyr, og hvør ein er. Persónliga havi eg ikki uppskriftina. Ikki annað enn, at eg fari at royna at vera í Føroyum júst hetta kvøld.
Men á arbeiðsøkinum halda vit okkum her á sjónvarpsstøðini á Bornholm hava fingið eitt gott hugskot.
Bornholm liggur í Eystrasalti, langt frá Danmark og Keypmannahavn. So langt, at sólin rísur 12 minuttir fyrr á Bornholm enn í Keypmannahavn. Tað vil siga, at aldaskiftið kemur 12 minuttir fyrr her enn í Keypmannahavn.
Tað ætla vit at gera vart við. Endamálið er tað, sum á nýmótans donskum kallast ?ein event? - ; altso ein hending, sum fær fólk at hugsa og leggja til merkis.
Vit vilja fegin fáa fólk at leggja til merkis, at mitt í Eystrasalti er ein oyggj við einari sjónvarpsstøð. Tað kann gott vera, at onkur heldur, at vit eru heldur fjarskotin, men tað vil ikki siga, at vit ikki kunnu fáa hugskot.
Ætlanin er í stuttum, at í sending okkara jóladag verða ur og klokkur á Bornholm flutt 12 minuttir fram. Og soleiðis verður bornholmsk tíð seinastu dagarnar av 1999.
Vit hava gjørt avtalu við ferjufelagið Bornholms Trafikken. Teir hava játtað at ferjurnar sigla eftir lokalu bornholmsku tíðini í eina viku. Tær lokalu Bygdaleiðir - ; her eita tær BAT -; koyra eftir lokalari tíð, bankarnir lata upp og aftur eftir lokalari tíð o.s.fr.
Ætlanin hevur elvt til stórt orðaskifti. Bornholms Tidende fær hópin av lesarabrøvum um hesa ætlan, á heimasíðu okkara -; www.tv2bornholm.dk er orðaskifti hvast, og útvarpið her hevur havt sending um ætlanina. So fyribils hava vit vakt áhuga fyri ætlanini.
Sjálvir hava vit tann trupulleika, at TV 2 í Odense avger, nær vit senda. Tað vil siga at høvuðssending okkara er kl. 19.30, tí tá senda allar átta regionalu støðirnar. Tað fáa vit ikki flutt, men vit hava avtalað við Bornholms Tidende, at í skránni stendur, at vit so í staðin senda kl. 19.42.
Mærsk røkir flogrutuna til Bornholm. Teir mugu sjálvandi halda seg til tíðirnar í Kastrup. Afturfyri sigur flogternan, tá ið flogfarið ger klárt at lenda á Bornolm:
?Velkommen til Bornholm. Husk at stille Deres ure 12 minutter frem. Det er nemlig lokal bornholmsk tid?.
Jú, hetta er ætlan okkara. Øll Bornholmaraur 12 minuttir fram. So er nýggja øldin her 12 minuttir fyrr.
Soleiðis kann aldaskiftið eisini upplivast.
Árni Gregersen, Bornholm