12 skulu døma í øksarmálinum

Í dag byrjar nevningatingið móti teimum báðum, sum eru ákærdir fyri morðroynd á Íslandsvegnum í fjør. Aftan á eitt ball bleiv ein maður álopin við goggara, knívi og øks og fekk álvarsamar løstir í álopinum.

 

Seinni um dagin handtók løgreglan teir báðar ákærdu, sum hava sitið varðhaldsfongslaðir síðani. Tveir aðrir mans blivu handtiknir dagin eftir, men Føroya rættur gav ikki løgregluni viðhald í, at teir eisini skuldu varðhaldsfongslast.

 

Nevningating verða nýtt í Føroyum, tá fólk kunnu fáa í minsta lagi fýra ára fongsulsrevsing fyri tað, tey eru ákærd fyri.

 

Lagnan hjá teimum báðum monnunum verður so at siga løgd í hendurnar á hesum 12 nevningunum. 14 fólk verða biðin um at verða nevningar og skulu tí verða til allar rættarfundirnar í málinum. Orsøkin til at 14 verða kallaði inn, hóast tað einans eru 12 nevningar, eru at tveir eyka nevningar skulu vera til taks, um onkrum av hinum 12 fær forfall undir málinum.

 

Fyri at dómur skal fella í einum nevningamálið, skulu átta av teimum 12 nevningunum verða samdir um dómin.

 

Hvør kann verða nevningur

Ein grundlisti yvir fólk, sum kunnu vera nevningar, verður gjørdur fyri hvørja sýslu fyri hvørt valskeið hjá løgtinginum. Tá so nevningating er, verður lutakast millum tey, sum standa á listanum og 14 verða innkallaði.

 

Tað ber ikki til at bera seg undan at verða nevningur, uttan so at ein er sjúkur ella er ógegnigur.

 

Rættarmálið byrjar í dag. Tilsamans seks dagar eru settir av til rættarfundirnar, tveir hesa vikuna og fýra í næstu viku.

 

Kelda: kvf.fo.