12 summarhús til sølu á Sandi

12 summarhús verða nú bygd og lýst til sølu í náttúruvøkrum umhvørvi handan Hamralið á Sandi.

Byggifelagið Articon er farið í holt við verkætlanina at byggja 12 summarhús handan Hamralið á Sandi.

 

Summarhúsini verða bygd í friðarligum og náttúruvøkrum umhvørvi, og her verða eisini skaptir karmar um felagslív í grannalagnum.

 

Verkætlanin eru nú komin so mikið langt, at Articon hevur heitt á meklarafyritøku um at selja summarhúsini, sum verða bygd í ymiskum støddum.

 

Tað var eitt samt kommunustýri, sum samtykti at selja Articon summarhúsøkið handan Hamralið, og nú eru summarhúsini lýst til sølu.

 

- Fyri okkum ber hetta við sær, at fleiri fólk koma til Sands, og grundarlagið undir verandi handlum, trivnaðartiltøkum og øðrum verður breiðari, sigur borgarstjórin, Brandur Sandoy.