12 umsóknir eru ikki nokk

12 vilja verða tekniskur stjóri - Tórshavnar kommuna søkir kortini av nýggjum

 

Hóast Tórshavnar kommuna hevur fingið 12 umsóknir til starvið sum tekniskan stjóra, hevur kommunan valt at lýsa enn einaferð við starvinum.

 

- Vit vilja hava fleiri umsóknir, er stutta svarið frá Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóra, tá hon verður spurd um orsøkina til endurlýsingina.

 

Hon váttar, at kommunan hevur fingið 12 umsóknir, men sigur, at tey kortini kundu hugsað sær fleiri.

 

- Tórshavnar kommuna sóknast eftir stjóra at ganga á odda fyri tekniska økinum. Stjórin myndar saman við býráðspolitikarum, leiðarum og starvsfólkum menningina í okkara býi og bygdum. Tórshavnar kommuna vil vera ein virkin og vakin vakstrardepil í Norðuratlantshavi. Tekniskur stjóri hevur sín týðandi leiklut í arbeiðinum at røkka málinum. Í kommununi eru stórar og spennandi avbjóðingar fyri framman, skrivar kommunan í endurlýsingini.

 

Á teknisku deild starvast í dag 50 fólk.

 

Starvið sum tekniskur stjóri bleiv leyst, tá Mikael Viderø fór úr starvinum 16. novembur orsaka av ósemju millum hann og kommunuleiðsluna.

 

Les eisini Tekniski stjórin farin úr starvi

 

Les eisini Vit síggja ikki eins upp á tingini


Nýggja umsóknarfreistin er 30. januar.