120 kappast í Eydnudeildini

Til Eydnu-cup eru fleiri enn 120 spælarir tilmeldaðir, harav uml. 100 koma úr Danmark og eini 20 spælarir úr Føroyum. Harafturat koma venjarir, stuðlar, foreldur og systkin, so vit nærkast 400 limir úr Eydnudeild/Lykkeliga felagskapinum

 

Tað skrivar Eydnudeildin í tíðindaskrivi:

Eydnudeild Føroyar bleiv sett á stovn skírisdag í 2018, sum ein partur av donsku Lykkeliga. Lykkeliga/Eydnudeild er ein hondbólts deild fyri børn og ung við serligum avbjóðingum, har tey kunnu møtast við øðrum líkastillaðum til hondbóltsvenjing. Diagnosir eru skiftar út við hoppi skot, fintur, highfives, klemm og eitt sindur av sveitta.

Tey trý føroysku liðini eru øll umboðað í kappingini. Músabróðir í Klaksvík, Svanarnir í Vági og Lundapisurnar í Kollafirði. Harafturat eru spælarar úr 24 ymiskum feløgum í Danmark.

Upprunaliga var ætlanin, at tey flestu skuldu gista í Skúlanum við Streymin og í Leguhúsinum í Nesvík fyri at skapa ein ordiligan legustemning. Men av tí at flestu av luttakarunum kunnu hava brúk fyri at sleppa at verða í frið, hava tey valt at búgva á hotel, og summi leiga hús í Sundalagnum. Vit eru umleið 50 fólk, sum búgva í Nesvík.

Hetta er fyrstu ferð, at vit hava eina altjóða kapping í Føroyum, og í góðum Eydnudeild stíli, so gongur tað ikki stillisliga fyri seg. Har verða tiltøk og undirhald fyri bæði spælarar, foreldur og systkin allar dagarnir.

 

##med2##

Tað er fyrstu ferð í Lykkeliga søguni, at ein kapping er uttan fyri Danmark, so hetta er bæði søguligt og stórt.

Vit vóru fyrsta hondbóltsliðið, sum bleiv sett á stovn uttan fyri Danmark fyri fýra árum síðan. Síðani eru lið komin í Svøríki, Týsklandi, Grønlandi, Finnlandi og heilt í Korea.

Vit eru stolt av, at fyrsta altjóða kapping uttan fyri Danmark er her í Føroyum.

Skráin fyri Eydnu-cup 2022 er henda:

Mánadag: Hondbóltspælararnir koma til Føroyar, øll møtast í Nesvík og eta døgurða saman

Týsdag: Eydnu-cup 2022 verður í skúlanum við Streymin. 

– Vit byrja sjálvandi við innmarch kl 10.30 og almannamálaráðharrin setir kappingina.

Dystirnir frá kl. 11-17

Ímeðan dystirnir eru í gongd, hava børnini og systkin møguleika at svimja, spæla í hoppiborg, fara í teknistovu, slappa av í stillu-zone

Allir spælarar fáa heiðursmerki og gávuposa

Øll møtast í Nesvík og eta døgurða saman eftir kappingina

Mikudag: Buss-túrur so gestirnir sleppa at síggja eitt sindur av Føroyum

GALLA í Nesvík

Hósdag: Eydnudeild Føroyar fyllir 4 ár

Tórshavnar kommuna bjóðar øllum luttakarum til móttøku.

 

Í Lykkeliga er altíð okkurt yvirraskilsi, so luttakarnir til Eydnu-cup 2022 kunnu gleða seg – kanska onkur kemur at syngja og spæla fyri okkum.

Í Eydnudeild eru øll vælkomin, vit hava onki aldursmark og vit hyggja ikki eftir diagnosum. Teir yngstu spælararnir í Eydnudeild eru fýra ár, meðan tey elstu eru mitt í 20’unum.

Venjingartíðir hjá Eydnudeild eru hesar:

Lundapisurnar týsdag kl. 17-18 í høllini í Kollafirði (Morten Hust Petersen)

Svanarnir mikudag kl. 17-18 í høllini í Vági (Bára Krosslá Mortensen)

Músabrøðurnir mikudag kl. 17.30-18.30 í KÍ-høllini í Klaksvík (Helena Wenseldóttir Kallsberg)