PSG knústi Inter í Champions League finaluni

Liðið úr París vann 5-0 í finaluni

Tað bleiv ongantíð ein spennandi finala í Champions League millum Paris Saint Germain og Inter Milan á Allianz Arena leikvøllinum í München.

 

PSG vann stórsigur 5-0. Longu eftir 20 minuttir var PSG á odda 2-0, og tá var mótbrekkan longu brøtt hjá Inter.

 

PSG var betri á øllum økjum. Teir høvdu fýra ferðir so nógvar royndir á málið, og teir høvdu eisini bóltin munandi meira.

 

Hetta er fyrsta Champions League steypið hjá steinríka franska høvuðsstaðarfelagnum, ið hevur tráað í mong ár eftir at vinna fremsta steypið í kapping fyri felagslið.

 

Paris Saint Germain-Inter Milan 5-0 (2-0)

 

1-0 Achraf Hakimi (12.)

 

2-0 Desire Doue (20.)

 

3-0 Desire Doue (63.)

 

4-0 Khvicha Kvaratskhelia (73.)

 

5-0 Senny Mayulu (87.)