Bileftirlit Føroya hevur kunngjørt hagtølini fyri nýggj akfør fyri november. Tey vísa, at bileftirlitið hevur skrásett 124 nýggjar persónbilar í hesum tíðarskeiðnum. Í november í fjør vórðu 112 bilar skrásettir.
Higartil í ár eru skrásettir 1432 nýggir persónbilar. Sama tíðarskeið í fjør vórðu bara 1219 nýggir persónbilar skrásettir. Hesi tøl vísa, at framburðurin í samfelagnum enn merkist hjá bilasølum, ið selja meira enn nakrantíð. Nógv fleiri viðfestivognar og vøruvognar eru skrásettir í ár enn fjør.
Higartil í ár eru skrásetti tilsamans 1882 nýggj akfør, tá alt slag verður talt við. Sama tíðarskeið í fjør vórðu 1619 nýggj akfør skrásett. Alt árið í fjør vórðu 1738 akfør skrásett hjá Bileftirliti Føroya.