ÓLAVUR Í BEITI
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið um skipa- og vørugjøld, sigur Finnbogi Arge, landsstýrismaður sum hevur lagt uppskotið fram, at mannagongdin hevur verið soleiðis, at ynski um broytingar av gjøldunum eru komin frá kommununum, og orða Starvsnevndin og Landsverkfrøðingsstovnurin, sum hevur umboðað landsstýrismannin, síðani uppskot til nýggja kunngerð um skipa- og vørugjøld fyri havnir og bryggjur í Føroyum.
Upplýst verður eisini í viðmerkingunum, at galdandi kunngerð er lýst við heimild í »Lov nr. 7. af 30. januar 1875 om Udfærdigelse af reglementariske Bestemmelser for Benyttelse af Havne m.m. som ændret ved Lov nr. 127 af 15. april 1930«, og metir landsstýrismaðurin ikki, at lógin, sum skjótt hevur 125 ár á baki, er tíðarhóskandi, og fyri at fáa greiðari lógarheimild hevur Finnbogi Arge tí orðað nýggja lóg.
SL ikki við
Kommunurnar hava sum eigarar av havnum og bryggjum heimild til sjálvar at áseta gjøldini, men ynskja at samskipa gjøldini hjá kommununum við at áseta tey í kunngerð. Hetta hevur verið mannagongdin í umleið 40 ár, verður sagt undir serligum viðmerkingum til uppskotið.
Og upplýst verður eisini, at skipa- og vørugjald fyri Strandfaraskip Landsins verða ásett í serligari gjaldskrá.