Í Sandavági hevur ein jøvn gongd verið á valstaðið á kommunuskrivstovuni. Tá talt varð upp fyri eini lítlari løtu síðani høvdu upp ímóti 450 fólk verið á vali.
- Nú vanta bert 125 í, sigur Gutti
Petersen, formaður í valstýrinum.
Fólk koma í stríðum streymum á valstaðið, nú bert tveir tímar eru eftir til valstøðini lata aftur.
Orsøkin til hesa gongdina er heilt tvíbýtt: Í fyrsta lagi at trý valevni eru úr bygdini, og ikki minst tí at fólk skulu taka støðu til eina møguliga samanlegging við Miðvágs kommunu.
Fólk eru ójøvn á máli um samanleggingina. Onkur væntar, at tað verður sera javnt millum tey sum fara at siga ja og tey sum fara at siga nei.
Í kvøld fáa vit at síggja, hvussu vorðið verður.