Eitt fólk doyði, og 61 fingu skaða í einari óvanligari ferðsluvanlukku í Saneindu Arabisku Emiratunum í dag. Vanlukkan hendi í nógvum mjørka á motorvegnum millum Abu Dhabi og Dubai.
Tað byrjaði við, at ein bilur rendi á ein annan bil, og sambært løgregluni endaði tann samanstoyturin við, at 125 onnur akfør stoyttu saman. Kortini kravdi vanlukkan bara eitt mannalív, men 61 fólk máttu flytast á sjúkrahús í Abu Dhabi.
Fyri trimum árum síðani var ein líknandi vanlukka á sama motorvegi. Tá doyðu trý fólk, og 277 fingu skaða. Eisini ta ferðina var tjúkt í mjørka, skrivar AFP.