13 landingar á Havsbrún seinastu tvær vikurnar

Felags fyri allar landingarnar, sum hava verið á Havsbrún seinastu tvær vikurnar, er, at øll veiðan er svartkjaftur.

Aftur hesa vikuna eru nógvar landingar til Havsbrún í Fuglafirði.

 

Á heimasíðuni hjá virkinum verður sagt, at fimm skip landa hesa vikuna.

 

Skipini eru Arctic Voyager (1900 tons), Finnur Fríði (2100), Norðingur (1900), Gamli Jupiter (2100) og Borgarin (2400 tons).  

 

Í síðstu viku vóru skipini enn fleiri í tal enn hesa vikuna, nevniliga átta.

 

Tey vóru Finnur Fríði (2150 tons), Vestmenningur (1850), Ango (1400), Norðingur (1850), Jupiter (2000), Gamli Jupiter (2000), Hoyvík (1550) og Tróndur í Gøtu (2500 tons).

 

Felags fyri landingarnar, sum hava verið á Havsbrún seinastu tíðina, er, at øll veiðan hjá skipunum hevur verið svartkjaftur.