Danska løgreglan handtók í gjárkvøldið ein 13 ára gamlan drong, sum sambært Jyllandspostinum er skuldsettur fyri bankarán. Sum skilst fór drongurin inn í Danske Bank í Ulstrup í Jyllandi tann 14. juli, har hann hótti starvsfólkini við einum luti, ið líktist einari skammbyrsu.
Harafturat hevur løgreglan illgruna um, at tað var sami drongur, sum sunnudagin hótti ein heimahjálpara og noyddi hana at lata bilin frá sær.
Tann 13 ára gamli er nú á einum stovni. Av tí at hann er so ungur, kann hann ikki dømast fyri bankaránið og bilstuldurin, sum hann er skuldsettur fyri.