130 nýggir bústaðir í Hoyvík

Hædd verður tikin fyri umhvørvinum, órørdu náttúruni, sólargangi, vindi og útsýni

Tórshavnar kommuna boðar í dag frá, at farið verður undir at byggja millum 130 og 140 hús og íbúðir á Stórubrekku í Havn. Hetta økið gongur frá Hoyvíkshøllini og norðureftir, og hetta verður ein útstykking við blandaðum bústøðum, har hædd verður tikin fyri umhvørvinum, órørdu náttúruni, sólargangi, vindi og útsýni, sambært kommununi.

 

- Nú ein ávegis skipanarskrá er gjørd, varð byggi- og býarskipanarnevndin á ástaðarfundi og síðan varð uppskotið lagt fram á nevndarfundi. Stórabrekka liggur á 100m hædd, útsýnið og sólargangur eru framúr. Tað verða raðhús og íbúðir í ymsum støddum, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini.

 

- Parkeringin er løgd burturfrá búeindunum og undir longum flagtekjum. Eisini verður felagsrúm, og ein nýggjur dagstovnur verður bygdur. Lendið er avmarkað, og tí er alneyðugt at hugsa burðardygt í øllum viðurskiftum. Øllum hesum hevur útstykkingin Stórabrekka tikið hædd fyri. 

 

Marin Katrina Frýdal sigur víðari, at gøtusambandið verður styrkt í økinum við fleiri gøtusambondum til bleytu ferðsluna, so sum súkklur og gangandi, soleiðis at møguleikarnir fyri at ganga til og frá stovnum, handlum, arbeiði og frítíðarvirksemi verður betri og bilaferðslan minkar.