264 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið. Seinstu 7 samdøgrini eru tilsamans 2.088 smittað við korona. Í løtuni eru 10 persónar innlagdir við korona, harav fýra persónar innlagdir vegna korona, og 30 eru deyð við korona í Føroyum.
- Nú vit siga farvæl við korona, fara vit eisini at siga farvæl við dagligu smittutølini. Seinasti dagur við hópkanningum er í dag. Hetta merkir samstundis, at seinastu hagtølini fyri hópkanningar verða kunngjørd í morgin, skrivar korona.fo.