Tað er í morgin - leygardagin 6. oktober frá klokkan 15 til 18 - at hátíðarhald verður í Roynhøllini í Hvalba, nú Hvalbiar sóknar kommuna verður 140 ár.
Í hesum sambandi bjóðar kommunan til lagkøku, kaffi og te, og børnini fáa sunkist og kaku, eins og høvi verður hjá børnum at spæla á hoppiborgum við Roynhøllina.
Ymisk verður eisini á skránni í Hvalba í morgin. Jens Hákun Leo fer at greiða frá um bók um Hvalbiar søgu, sum hann er í holt við at skriva.
Svein í Prestgarði fer eisini at syngja og spæla, og í Roynhøllini verða gamlar myndir úr Hvalbiar sókn vístar á stórskíggja allan dagin.
Tað verður borgarstjórin, Janus Thomsen, sum fer at bjóða vælkomin, og síðan fer Elmar Berg at seta hátíðarhaldið, og hann fer eisini at hugleiða um kommununa.
Í Hvalbiar kommunu siga tey, at all eru hjartaliga vælkomin til hátíðarhaldið í Roynhøllini.