14,3 prosent verið á valið í Hoyvík

Á middegin høvdu 14,3 prosent verið á vali á nýggja løgtingsvalstaðnum í Hoyvík

Forkvinnan í valstýrinum í Hoyvík, Eyðfríð Lisberg Jacobsen, sigur við Kringvarpið, at 14,3 prosent høvdu verið á vali í Hoyvíkshøllini á middegi. Tað er munandi meira, enn somu tíð á fólkatingsvalinum týsdagin. Tá høvdu bara 6,1 prosent verið á vali á middegi. 

Hon vísti tó á, at týsdagin var keðiligt veður fyrrpartin, men tað hevur verið gott í morgin – og hann hevur boðað frá verri veðri seinnapartin.

Við Kringvarpið segði Eyðfríð Lisberg Jacobsen, at hon vantar, er tey verða liðug at telja atkvøðurnar um 22-22:30 tíðina.

Á seinasta løgtingsvali var endaliga úrslitið greitt klokkan 23:45:46 tá endaliga úrslitið kom úr størsta valstaðnum, sum er høllin á Hálsi í Havn.