Tíðindaskriv:
Nú várjavndøgur hava verið, og várarbeiðið av álvara fer í gongd, er ein pappírsútgáva kærkomin hjá teimum, sum fáast við urtagarð, velting og undirvísing. Á henda hátt kann bókin vera við í tí ítøkiliga arbeiðinum úti og inni — júst í tíðini, tá ið nógv fara undir at fyrireika mold, sáa og seta niður.
Bókin Plantur til matna er nú komin út í pappírsútgávu. Higartil hevur bókin einans verið tøk sum sBók, og nú ber eisini til at fáa hana sum prentaða bók.
Plantur til matna er ein bók um plantur og grønmetisframleiðslu, ætlað bæði til undirvísingar og til teirra, sum hava áhuga fyri at velta og læra meira um plantur til matna. Við pappírsútgávuni verður bókin uppaftur lættari at brúka í undirvísingarhøpi, á skeiðum og hjá teimum, sum fegin vilja hava eitt ítøkiligt arbeiðsamboð við sær. Í bókini eru eisini beinleiðis leinki og QR-kotur til netútgávuna, har lesarin kann fáa meira tilfar og lesa víðari um evnið.
Pappírsútgávan kostar 348 krónur og kann keypast í øllum bókahandlum ella beinleiðis frá Bókamiðsøluni.
Við pappírsútgávuni fær bókin Plantur til matna nýtt lív sum bók í hondini, samstundis sum talgilda útgávan framvegis er tøk.
Teldutøka útgávan er her: Plantur til matna - sBók










