15 fólk eru deyð og í minsta lagi 30 hava fingið skaða eftir eina flogvanlukku við einum hernaðarflogfari í boliviska býnum El Alto, sum liggur nærhendis høvuðsstaðnum, La Paz.
Tað sigur ein embætismaður hjá sløkkiliðnum við lokala miðilin Unitel, sambært Reuters.
Talan er um eitt Hercules-flogfar, sum fór úr býnum Santa Cruz. Tá tað skuldi lenda, gleið flogfarið av flogvøllinum og út á eina gøtu við nógvari ferðslu við flogvøllin.
Flogfarið flutti pengaseðlar, sum vóru ætlaðir miðpartinum av landinum, skrivar Unitel og vísir á verjumálaráðið í landinum.
Sambært Reuters vísir innihald á sosialu miðlunum kaotiskar senur við fólki, sum streyma til vanlukkustaðin. Á upptøkunum síggjast tey taka pengar upp, sum eru spreiddir á jørðini.
Myndugleikarnir á staðnum royna at fáa fólk burtur frá vanlukkustaðnum við vatnslangum. Reuters hevur ikki fingið at staðfest myndirnar.
– Vit eru í ferð við at finna líkini av teimum, sum tíverri doyðu í vanlukkuni, sigur Pavel Tovar, leiðari fyri brunaumsjónina hjá landinum, sambært tíðindastovuni AFP.
Verjumálaráðið í Bolivia hevur eisini váttað vanlukkuna, sambært AFP.
Flogvøllurin í El Alto varð fyribils stongdur eftir vanlukkuna, sigur tjóðarflogfelagið Boliviana de Aviacion í eini fráboðan.
Sambært Reuters fer tjóðbankin í Bolivia væntandi at tosa við fjølmiðlar seinni fríggjakvøldið lokala tíð.
Video frá staðnum vísir flogfarið illa skatt, eins og fleiri akfør á gøtuni, har vanlukkan hendi.
Ógreitt er, hvat orsøkin var til vanlukkuna.
La Paz, sum liggur í 3.650 metra hædd og umgyrdur av Andesfjøllunum, er hægsti fyrisitingarligi høvuðsstaður í heiminum.
/Ritzau/










