Í Surinam lýstu tey um daganar tveir dagar landsorg. Orsøkin er, at 15 fólk hava latið lív í einum sjálvgjørdum gullnámi í landinum.
Tað veit tíðindastovan AFP at siga, og fleiri aðrir miðlar skriva eisini um hendingina.
- Vanlukkan hendi, tá fleiri fólk leitaðu eftir gulli í einum sjálvgjørdum tunli, sigur forseti landsins, Chan Santokhi.
Surinam er kent fyri at eiga nógv gull í jørðini.
Maðurin á myndini omanfyri er varaforseti landsins, Ronnie Brunswijk, sum eisini hevur gjørt vart við seg í samband við syrgiligu vanlukkuna.
Sambært íbúgvum í økinum arbeiddu millum 20 og 30 námsarbeiðarar í einari djúpari holu nærindis Rosebel Gold Mines.
Rosebel Gold Mines er dóttirfelag hjá kinesiska felagnum, Zijin Mining. Fleiri miðlar umrøða námið, har vanlukkan hendi, sum ólógligt.
Sambært AFP hava bjargingarlið leitað eftir fólki, sum kunnu hava yvirlivað vanlukkuna, men tilfarið í náminum er vánaligt, verður sagt.