150 ár síðan gentur hvurvu og ongantíð sóust aftur

- Við Kálvadal á Leirvíksvegnum kanst tú finna eina QR-kotu, sum tú kanst skanna og fáa søguna lisnað á føroyskum ella á enskum

 

Hin 14. oktober í ár vóru 150 ár liðin, síðan genturnar báðar – 22 ára gamla, Maren Susanne Hansen og 15 ára gamla, Henrietta Sophie Toftenæs - fóru til gongu úr Leirvík til Eiðis.

 

Genturnar komu ikki afturíaftur og vórðu ongantíð sæddar aftur.

 

- Eysturoyarportalurin hevur skrivað áhugaverda grein um hendingina, sum hevur sett síni spor á bygdafólkið, siga tey á heimasíðuni hjá Eysturkommunu - www.eysturkommuna.fo 

 

- Við Kálvadal á Leirvíksvegnum kanst tú finna eina QR-kotu, sum tú kanst skanna og fáa søguna lisnað á føroyskum ella á enskum.

 

Í kommununi vísa tey á, at kortið her omanfyri vísir, hvar QR-kotan kann skannast.