Besti veturgamli vigaði 120 pund

Súni í Hjøllum flettii seinasta vikuskiftið tríggjar veturgamlar veðrar, og teir vigaðu úr 109 og upp í 120 pund

Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, hevur í fleiri ár havt nakrar serliga stórar og góðar veturgamlar veðrar.

 

Soleiðis er árið í ár einki undantak, og veðrarnir hjá borgarstjóranum teljast helst millum teir allar størstu veturgomlu.

 

 

 

Takk fyri ávøkst, Guð, tú gav

av bøi og av fjalli,

og alt, sum ført varð yvir hav,

og tað, sum er í hjalli.

 

 

 

Við hesum orðum hevur Súni í Hjøllum lagt út nakrar myndir av veðrunum, har hvør er vakrari enn annar.

 

Borgarstjórin sigur á sínum Facebook-vanga, at teir tríggir veturgomlu veðrarnir í ár vigaðu ávikavist 109, 118 og 120 pund.

 

Vit mugu bara staðfesta, at Súni í Hjøllum ikki bara dugir at fáa borgarar at trívast, soleiðis sum vit hava sæð seinnu árini.

 

Hann dugir so sanniliga eisini at fáa veðrar at trívast - og veksa seg stórar og størri enn hjá teimum flestu!

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##