150 borðtennisleikarar kappaðust í Eysturskúlanum

Borðtennis: Seks borðtennisfeløg kring landið, TBF, Tór, NÍF, Streymur, OyÍF og B68, vóru umboðað í ársins fyrstu borðtenniskapping

Fyrsta borðtenniskappingin í vetur var leygardagin, 23. oktober, í Eysturskúlanum í Havn. Hetta var ein opin kapping í einmansleiki og tvímansleiki í øllum deildum.


Seks feløg umboðað

Luttøkan í teimum yngru deildunum var stór, eitt nú vóru 24 pinkur og 19 piltar við í kappingini millum tey yngstu.

Umleið 150 leikarar úr TBF, Tór, NÍF, Streymi, OyÍF og B68 vóru við í kappingini, og nr. 1, 2 og 3 í einmansleiki og tvímansleiki í øllum deildum fingu medalju frá BTSF, Borðtennissamband Føroya.

Lagt varð fyri leygarmorgunin kl. 10.00 við pinkum og piltum, kl. 11.30 møttu smágentur og smádreingir og kl. 13.00 gentur og dreingir. Síðan møttu unglingar kl. 15.00 og 1. deild, kvinnur, meðaldeild og 1. deild, menn, kl. 16.30.

Upprunaliga ætlaði kappingarnevnd BTSF´s at hava kappingina yvir tveir dagar, t.v.s. bæði leygardagin og sunnudagin, men við tað, at hetta var fyrsta borðtenniskappingin í vetur, og feløgini nýliga eru farin undir venjingarnar, helt nevndin, at hetta kortini ikki fór at gerast neyðugt, tí luttøkan fór at vera eitt sindur avmarkað av hesum.

Og tó. Hóast leikt varð á 14 borðtennisborðum í báðum hallunum á Eysturskúlanum, so tók tað kortini einar 4-5 tímar at avgreiða kappingarnar millum tey yngstu, har luttøkan var størst, og klokkan var farin av 19.00, áðrenn allar kappingarnar í einmansleiki og tvímansleiki vóru avgreiddar, og medaljurnar handaðar.


Størri luttøka seinni

Vanligt er ikki hjá BTSF at biðja um tilmeldingar til tílíkar kappingar frammanundan, og tí kann vera torført at meta um, hvussu langa tíð, hvør einstøk kapping tekur. Ein slíkan dag kann ein leikskrá tí bara vera vegleiðandi hjá leikarunum.

Meðan luttøkan í nøkrum av teimum lægru deildunum var størri enn væntað, vóru heldur fáir leikarar í nøkrum av teimum hægru deildunum.

BTSF ivast tó ikki í, at undirtøkan verður størri, so hvørt tað líður út á veturin.


Úrslitini vóru hesi:


Pinkur, einmansleikur:

1. Rakul V. Magnussen, Streymur

2. Marin í Dali, TBF

3. Durita Sørensen, TBF


Pinkur, tvímansleikur:

1. Marin í Dali og Durita Sørensen, TBF

2. Marjun Olsen og Rakul V. Magnussen, Streymur

3. Rudy Zachariasen og Ann Tóra Láadal, Streymur


Smágentur, einmansleikur:

1. Mildrið Djurhuus, Streymur

2. Katrin Joensen, OyÍF

3. Elisa Abrahamsen, Streymur


Smágentur, tvímansleikur:

1. Mildrið Djurhuus og Elisa Abrahamsen, Streymur

2. Krista Andreasen og Rigmor Zachariasen, Streymur

3. Birita Joensen og Lív Olsen, Streymur


Gentur, einmansleikur:

1. Heidi M. Hansen, OyÍF

2. Maibritt Magnussen, OyÍF

3. Eleonora Kerá, OyÍF


Gentur, tvímansleikur:

Heidi M. Hansen og Eleonora Kerá, OyÍF

2. Maibritt Magnussen og Birita Rasmussen, OyÍF

3. Maria Zachariasen og Vár Lamhauge, Streymur


1. deild, kvinnur, einmansleikur:

1. Nina Christensen, TBF

2. Paula Eikhólm, Streymur

3. Sunrid M. Hansen, OyÍF

(kvinnurnar kappaðust ikki í tvímansleiki)


Piltar, einmansleikur:

1. Brian Hansen, Streymur

2. Ragnar Egilson, Tór

3. Sigurð Carlson, Tór


Piltar, tvímansleikur:

1. Sigurð Carlson og Ragnar Egilson, Tór

2. Brian Hansen og Torkil Dalsgaard, Streymur

3. Ólavur Højgaard og Torfinn Djurhuus, Streymur


Smádreingir, einmansleikur:

1. Rókur Nielsen, Tór

2. Asbjørn Gunnarsson, Tór

3. Rógvi Hansen, Tór


Smádreingir, tvímansleikur:

1. Asbjørn Gunnarsson og Jóhan Gunnarsson, Tór

2. Rógvi Hansen og Rókur Nielsen, Tór

3. Jannik Gade og Tommy Andreassen, NÍF


Dreingir, einmansleikur:

1. Martin Poulsen, Tór

2. Rasmus Nolsøe, TBF

3. Ingi Højsted, Tór


Dreingir, tvímansleikur:

1. Martin Poulsen og Rúni Nielsen, Tór

2. Ingi Højsted og Heini Johannesen, Tór

3. Heini S. Simonsen og Niels Hammer, Tór


Unglingar, einmansleikur:

1. Dann Thorleifsson, Tór

2. Eyðun Jacobsen, B68

3. Christian Aakjær, Tór


Unglingar, tvímansleikur:

1. Dann Thorleifsson og Martin Olsen, Tór

2. Jóhan Dávur Højgaard og Eyðun Jacobsen, B68

3. Christian Aakjær og Uni Johannesen, Tór


Meðaldeild, menn:

1. Niels S. Johannesen, Tór

2. Krisjan Christiansen, Tór

3. Ian D. Jacobsen, B68


Meðaldeild, tvímansleikur:

1. Ian D. Jacobsen og Vilmund Jacobsen, B68

2. Niels S. Johannesen og Krisjan Christiansen, Tór

3. Wenzel Husgaard og Flemming Samuelsen, Tór/TBF


1. deild, menn, einmansleikur:

1. Petur Niclasen, Tór

2. Fríði Jensen, TBF

3. Bergur Jacobsen & Martin Ansbjørn, Tór (deildu 3. plássið)


1. deild, menn, tvímansleikur:

1. Eyðun Luid og Martin Ansbjørn, Tór

2. Bergur Jacobsen og Petur Niclasen, Tór

3. Nina Christensen og Fríði Jensen, TBF