Mýrifípan í Trongisvági 35 ára jubileum

 21. mai 2025 hátíðarhelt barnagarðurin Mýrifípan í Trongisvági sítt 35 ára jubileum við einum hugnaligum og væleydnaðum tiltaki, har børn, foreldur, starvsfólk og gestir savnaðust at fagna hesum merkisdegnum.

 

Frá morgunstundini av vóru ymisk tiltøk skipað fyri børnunum, og kl. 15:00 læt barnagarðurin hurðarnar upp fyri almenninginum við opnum húsi. Gestir fingu møguleika at síggja umstøðurnar, njóta lagkøku, kaffi og te, og ikki minst at uppliva gleðina og felagsskapin, sum eyðkennir stovnin.

 

Millum gestirnar vóru borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen, og forkvinnan í sosialu nevndini, Anita Vibergsdóttir. Tey nýttu høvið at heilsa upp á starvsfólk og børn, og handaðu leiðaranum, Kari Joensen, ein vakran blómubukett sum tøkk fyri drúgva og trúgva tænastu tilframa fyri barnaansingarøkið í Tvøroyrar kommunu.

 

Mýrifípan hevur seinastu árini ment seg til ein av størstu barnaansingarstovnum í Føroyum. Frá upprunaliga at hava pláss fyri 52 børnum, rúmar stovnurin nú yvir 130 børn, og fevnir um vøggustovur, barnagarðsstovur, útibarnagarð og frítíðarskúla. Stovnurin liggur í náttúruvøkrum umhvørvi við góðum møguleikum fyri spæli og menning, og hevur verið ein týðandi partur av barnaansingini í Suðuroynni í 35 ár.

 

Hátíðarhaldið var ein góð løta at minnast aftur á søguna og samstundis hyggja fram á leið. Við góðum samstarvi við granna kommunurnar, er Mýrifípan væl fyri at halda fram við at veita tryggar og mennandi umstøður fyri børnini í økinum.

 

Tvøroyrar kommuna ynskir øllum børnum, foreldrum, starvsfólkum og leiðara til lukku við 35 ára stovningardegnum hjá barnagarðinum Mýrifípan í Trongisvági, skrivar tvk.fo.

 

##med2##