Ferðsla
Hetta verður upplýst á heimasíðuni hjá Landsverki, har hagtøl fyri fyrstu seks mánaðirnar eru at finna.
Í flestu førunum er talan um ov høga ferð, vantandi íbinding í trygdarbelti og ólógligar yvirhálingar,
76 bilførar við persónbilum hava fingið klipp í koyrikortið, tí ferðin hevur verið í minsta lagi 20 km/t oman fyri tað, sum loyvt er. 38 bilførar fingu klipp, tí hesi ikki ansaðu eftir, um børn undir 15 ár vóru spent fast í trygdarbelti. 14 bilførar hava fingið klipp fyri yvirháling, har forboð er móti hesum. Og tveir bilførarar hava fingið klipp fyri beinleiðis skilaleysa yvirháling.
Hartil eru eisini onnur brot, ið klipt er fyri. Fimm ferðir fyri at hava koyrt um reytt ljós. Fimm ferðir fyri brot á ásetingarnar um víkiskyldu. Fimm ferðir fyri at koyra um hindrunarstriku Tríggjar ferðir fyri ikki at halfa fjarstøðu til framman fyri koyrandi akfar og tvær ferðir fyri at hava koyrt í mótkoyrandi farbreyt.