Gongst, sum væntað hjá landingarmiðstøðini Kongshavn, koma samlaðu landingartølini í hesum mánaðinum helst upp á eini 2.200 tons. Landingarmiðstøðin Kongshavn, sum er hin størsta í Føroyum, hevði hálvan januar í ár landað tilsamans 1500 tons. Tað er á leið tað sama, sum um somu tíð í 2009, ið annars var metár til landing í Saltangará.
Gongst, sum væntað restina av januarmánaði í ár, kemur samlaða nøgdin helst upp á eini 2.200 tons.
Hyggja vit nøkur ár aftur, gav januar mánaði í 2004 tilsamans 1000 tons, 1300 tons vórðu landað í 2005, 2.000 í 2006, 1800 í 2007 og 1600 tons í januar 2008.
Í januar mánað í 2009 landaði Kongshavn tilsamans 3.000 tons, sum er nógv tað besta árið nakrantíð.