Leygarmorgunin situr 58 ára gamli, Hans Lynge, á einum stóli uttanfyri Herbergið í Sisimiut. Hann roykir eina sigarett, meðan vindurin fýkur um hann.
Tað eru upp ímóti 30 metrum um sekundið, tá veðrið leikar harðast í.
Klokkan er farin av níggju, og Herbergið er júst latið aftur fyri dagin. Nú bíða tíggju kaldir tímar, áðrenn dyrnar lata upp aftur klokkan 19.
Sermitsiaq hevur skift orð við Hans Lynge, sum hevur verið heimleysur í 16 ár. Áður búði hann í Nuuk, men hann flutti til Sisimiut í vónini um, at her fór at vera betri.
Men, tann dreymurin er ikki vorðin veruleiki.
- Viðurskiftini her í Sisimiut eru verri enn í Nuuk. Í Nuuk kundu vit fáa mat hjá Frelsunarherinum, og her vóru fleiri støð, har tú kundi halda hitan.
Hans Lynge sigur, at í Nuuk fingu tey vaskievni frá kommununi til klædnavask á Herberginum, men her í Sisimiut er Herbergið bert ætlað til at sova í - einki annað.
- Og vit skulu á dyr hvønn morgun klokkan níggu, sigur 56 ára gamli, fyrrverandi fiskimaðurin.
Hann vísir á, at tá Herbergið letur aftur, fer hann oman í havnina, har fiski-og veiðimenn halda til, og hann sigur, at hann plagar at vera saman við teimum fyri at halda hitan.
Hans Lynge sigur við Sermitsiaq, at hann hevur fingið at vita, at kommunan sparir, og tí er eingin hjálp at heinta.
- Men, okkara grannar eru gávumildir. Tey geva okkum matrestir, og tað eri eg glaður fyri, sigur hann.
Hann vísir á, at tá hann vendir sær til kommununa, følir hann seg ofta sum ein fremmandur, og hann følir eisini, at tey í kommununi ræðast hann.
- Tað tykist, sum tey eru órólig, tá vit koma innar. Men, tey hava onga orsøk til at vera bangin. Tey skulu bara gera sítt arbeiði, sigur hann við Sermitsiaq.
Meira um lagnuna hjá heimleysa, Hans Lynge, kann lesast í Sermitsiaq.