Í síðstu viku kunngjørdi Sólvit Nolsø, at hann fer at leggja frá sær sum løgtingsmaður. Tað ger hann, eftir at hann er settur í strav sum kommunustjóri í Vestmanna.
Avísar ósemjur hava verið millum Sólvit og hini í Framsókn seinastu tíðina, og tí hevur Sólvit Nolsø seinastu tíðina umhugsa støðuna og um at leggja frá sær sum løgtingsmaður. Nú hann varð settur sum kommunustjóri í Vestmanna, helt hann hetta vera hóskandi høvi.
Tí eru nú boð eftir Árna M. Dam, sum síðst í hesum mánaðinum tekur við tingsessinum.
Sólvit Nolsø hevur ikki biðið um farloyvi, men sigur tingsessin frá sær. Tá tingmaður ger tað, so vendst ikki aftur, og hann kann ikki taka tingsessin aftur. Tað hevði hann kunnað, um hann fór í farloyvi úr tingsessinum.
Tí verður Karlot Hergeirsson, sum fyrsti varamaður hjá flokkinum, fastur tingmaður og verður í øllum førum sitandi á tingi til næsta val, sjálvt um tað skuldi hent, at flokkurin fer úr landsstýrinum, og landsstýrisfólk floksins taka við aftur tingsessunum.
Varatingfólk hjá Framsókn verða nú Hanna Jensen og Árni M. Dam.