Í nógva vindinum í gjár fekk løgreglan tilsamans 16 fráboðanir og skaðar. Talan var um takplátur, inndekningar, leyst tjørupapp, bilar sum fingu skøvur og um nevagrót, sum feyk á vegnum. Sambært vakleiðaranum á politistøðini var ikki talan um stórar skaðar.
Seinastu fráboðanina fekk løgreglan klokkan 22:40 í gjárkvøldið, síðani hevur verið verið friður tí viðvíkjandi.
Vaktleiðarin sigur, at tey hava arbeitt við nógvum málum hesa vikuna um innbrot og onnur smærri mál, sum taka nógva tíð.
Í nátt gjørdi løgreglan onkra ferðslukanning, men har var einki mál skrivað.