16 milliardir fyri bankapakkarnar

Ein uppgerð hjá danska Vinnumálaráðnum vísir, at danskir staturin hevur forvunnið 16 milliardir við bankapakkunum

Børsen endurgevur í dag úr frágreiðing hjá Vinnumálaráðnum um bankapakkarnir, sum á sinni vórðu settir í verk fyri at spenna eitt trygdarnet undir peningastovnarnar, tá altjóða fíggjarkreppan tók dik á seg.

 

Uppgerðin vísir, at inngjøldini frá bankunum – eitt nú umvegis rentuna á hybridum kjarnukapitali – hava verið størri enn kostnaðurin av teimum bankum, sum fóru av knóranum.

 

- Hetta vísir, at gaman í fingu bankarnir pakkar, men vit fingu ikki gávur. Vit eru fegin um, at politiski myndugleikin var við til at tryggja danska bankakervið og danska búskapin, júst tá tørvurin var størstur, sigur Niels Storm Stenbæk, leiðarin fíggjarfrøðingur, við Børsen.