Leygarmorgunin klokkan 4.40 var ein 16 ára gamal drongur tikin. Hann koyrdi ein bil, og sjálvur var hann eisini ávirkaður av rúsdrekka. Hetta málið verður viðgjørt, sum eitt vanligt, tá tað kemur til rúsdrekkakoyring, verður upplýst av politistøðini í Havn.
Annars var ein annar førari, sum varð tikin fyri rúsdrekkakoyring. Hann hevði rent á ein bil og var stungin av. Politiið kom fram á mannin seinni. Hann mintist onki, og noktaði, at hann hevði koyrt bilin.
Politiið í Havn sigur annars, at stak friðarligt hevur verið um vikuskiftið. Nakrir hava verið í brummuni og sovið rúsin av sær.
Uppi í Dagstovninum í Hoyvík hevði onkur tó verið og gjørt um seg. Har vóru fleiri rútar brotnir í eini útistovu, og træverkið var eisini brotið á fleiri støðum. Harumframt høvdu gerningsmenninir eisini brotið ventilatiónshettuna. Hvørjum standi gerningsmenninir hava verið í, dugir politiið ikki at meta um, men fleiri høvdu spýð runt á økinum hjá Dagstovninum, so har var eitt sindur av upptakingararbeiði.