Tað sigur Jóannes Østerø, vaktleiðari á politistøðini í Havn í samrøðu við útvarpið.
Um veðrið sigur Veðurstovan, at vindurin minkar spakuliga niður í skrið ella stormur vestan, 18 til 23 m/s.
Í nátt hækkar hann upp í útnyrðing, og vindurin minkar spakuliga niður í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, sum kann vera við vátakava ella kava. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.
Skýggjað og yvirhøvur turt, sum frá líður regn úr útsynningi. Hitin millum 3 og 7 stig.
##med2##
Hóast løgreglan hevur fingið fráboðanir um 160 stormskaðar, so er talan um nógv fleiri skaðar, tí øll hava ikki ringt til løgregluna at boða frá. Summi ringja beinleðis til átaksleiðarar ella til Sløkkiliðið í Havn – ella venda sær til tryggingina, tá ódnarveðrið er yvirstaðið.
##med3##
Vaktleiðarin segði við útvarpið, at tað var heppið, at ringasta veðrið rakti ta stuttu tíðina í dagsljósi í dag. Tí høvdu fólk nógv betri yvirlit yvir skaðar, segði vaktleiðarin
Veðurstovan sigur, at í morgin verður frískur vindur upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í 18 m/s, sum gongur niður í vestan og útsynning og minkar niður í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s.