Fríggjakvøldið gjørdi løgreglan ferðamátingar á Sandoynni. Ikki kann sigast annað, enn at teir fingu dupultan fong eftir stuttari løtu. - 167 km/t!!
So skjótt koyrdi ein 23 ára gamal bilførari, tá hann fór súsandi framvið Meginskúlanum á Sandi um hálvgum átta-tíðina fríggjakvøldið.
Hesin visti ? sum vera man ? ikki av, at løgreglan var á sama staði við ferðmátara sínum.
Við slíkari ferð buðust ikki hesum bilføraranum bøtur, og hann misti sjálvsagt koyrikortið á staðnum.
Ikki nóg mikið við henda eina bilføraran: Eina løtu eftir hetta ? í roynd og veru 1 tíma og 45 minuttir seinni ? kom ein annar bilur eftir sama vegastrekki, somuleiðis við eini ferð sum lá langt yvir tað vanliga.
Hesin seinni bilførarin, sum var 20 ára gamal, koyrdi 156 km/t, og fekk somu móttøku frá løgregluni sum hin fyrri: Koyrikortið reyk á staðnum!
Av Politistøðini í Havn verður upplýst, at her er talan um nakrar av størstu ? ella hægstu! ? málunum um ferðslu.
Hjá báðum bilførarum var neyðugt at seta bilin frá sær í stundini, eins og málini fara víðari í rættarskipanini.