– Hatta er ikki eitt gott hugskot

– Vit eru bangin fyri, at vit fara at síggja fleiri óhapp við ungum fólkum, um aldursmarkið verður lækkað, sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Í Danmark kunnu 17 ára gomul taka koyrikort við ymsum treytum - eitt nú at tey skulu hava ein royndan bilførara við sær sum fylgjara. Men nú ætlar stjórnin at geva 17 ára gomlum loyvi at koyra bil sjálvi.

 

 

 

Tað heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, at man eisini átti at gjørt í Føroyum. Hon hevur sett Dennisi Holm, landsstýrismanni í ferðslumálum, ein grein 53a fyrispurning um málið.

 

 

 

Men í Ráðnum fyri Ferðslutrygd halda tey ikki, at tað er eitt gott hugskot at lækka aldursmarkið til at fáa koyrikort frá 18 til 17 í Føroyum.

 

 

 

– Sum útgangsstøði eru vit ikki fyri, at man lækkar aldursmarkið, sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri og greiðir nærri frá: 

 

 

 

– Tað hevur nakað at gera við, hvussu búgvin fólk eru til at kunna taka koyrikort. Heilin hjá ungum fólkum er slett ikki liðugt búgvin. Vit síggja eisini, at tað serliga eru ung til upp til 24 ár, sum eru við í hagtølunum, tá óhapp henda. Tí eru vit bangin fyri, at vit fara at síggja fleiri óhapp við ungum fólkum, um aldursmarkið verður lækkað, sigur hon við in.fo. 

 

 

 

Stjórin vísir á, at ung fólk ikki hava sama forhold til ábyrgd og førleika at kunna meta um avleiðingar av egnum handlingum.

 

 

 

– Ung fólk eru meira váðafús enn eldri fólk og hava ikki tær somu royndirnar. Tað er ein kombinatión av tí, sum ger, at eg ikki haldi, at tað er eitt gott hugskot, sigur hon og vísir á, at tað tekur nógv ár at blíva ein góður bilførari.

 

 

 

Hon væntar tí, at Ráðið fyri Ferðslutrygd fer at mæla frá slíkum uppskoti, um tað verður nakað, sum verður tikið víðari á politiskum stigi í Føroyum.

 

 

 

– Um man yvirhøvur skal umhugsa at fara handan vegin, so má man sum minimum seta nøkur krøv. Eitt nú at koyra saman við einum royndum bilførara sum fylgjara. Men sum útgangsstøði burdi man ikki lækka aldurin, sigur Lovisa Petersen Glerfoss.

 

 

 

LES EISINI: 17 ára gomul skulu sleppa at koyra bil

 

 

 

##med2##