Ein palestinskur sjálvmorðsbumbumaður sprongdi tíðliga gjáramorgunin eina sterka bumbu í einum bussi í Gilo við Jerusalem. Maðurin kom inn í bussin, sum stóð á einum krossvegi og bíðaði eftir ferðsluljósinum.
Nógv fólk vóru í bussinum, teirra millum fleiri ungdómar, sum vóru á veg í skúla. Ísraelska løgreglan segðí í gjár, at17 fólk vóru deyð, og at millum 40 og 50 høvdu fingið skaða.
Spreingingin var so sterk, at takið og síðurnar á bussinum vórðu sprongd burtur, og petti av bussinum flugu langan veg ígjøgnum luftina.
Ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, sum sjálvur kom á staðið seinni, segði, at spreingingin var liður í palestinska yvirganginum ímóti ísraelska fólkinum, men hann lovaði, at Ísrael fer at gera tað, sum eigur at verða gjørt. Sharon legði afturat, at atsóknin var enn eitt prógv fyri, at palestinski leiðarin, Yasser Arafat, ger ov lítið fyri at forða tílíkum atsóknum.
Palkestinska leiðslan vísti alt fyri eitt skuldsetingunum aftur. Talsmaðurin hjá sjálvsstýrismyndugleikunum, Saeb Erekat, segði, at myndugleikarnir átaka sær onga ábyrgd av atsóknini.
Ísraelsku myndugleik-arnir vóru annars ávaraðir um, at palestinar ætlaðu at spreingja í hvussu er eina sjálvmorðsbumbu í Ísrael. Løgreglan var eisini á varðhaldi, vmen hon megnaði kortini ikki at forða hesum palestinska bumbumanninum at fullføra ætlan sína.