Tað var ein lastbilur, sum um middagsleitið í gjár lak olju, og hann misti olju á vegin allan vegin frá Lambareiði til Brennistøðina á Hagaleiti í Leirvík.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at bilførarin sjálvur boðaði frá, tá hann varnaðist óhappið. Men eisini onnur fólk, sum koyrdu á vegastrekkinum boðaðu løgregluni frá.
Tilbúgvingin hjá Eysturkommunu og Runavíkar kommunu vórðu boðsend og reinsaðu oljuna uppaftur av vegnum.
Ferðslan kundi tó koyra, men tey vóru biðin um at vísa varsemi.