17 fólk kunnu selja allar Føroyar

Minnilutin í Føroyum má verjast ímóti einum ráðaríkum meiriluta

Tað eru ómetaliga nógv brek í okkara fólkaræðiligu skipan.

Tað staðfestir Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, á flokstingi  hjá flokkinum í kvøld

Flokstingið hjá Tjóðveldi hevur nú samtykt, at flokkurin skal arbeiða fyri at gera eina skipan, sum verjir minnilutan í fólkinum. Og flokkurin staðfestir samstundis, at tá ið Føroyar verða frælsar, skal hetta setast í grundlógina.

 

- Meirlutin á løgtingið hevur ómetaliga stórt vald. Vit hava 33 umboð á løgtingi og fyri at skera tað út í papp, er tað so, at bara 17 tinglimir atkvøða fyri tí, kunnu teir selja alt landið, uttan at minnilutin fær lagt teimum eitt holmstrá í vegin.

 

Tí vil Tjóðveldi nú hava eina skipan, sum tryggjar, at  minnilutin ikki verður trumlaður niður av einum ágangandi meirluta. Í hesum sambandi við Tjóðveldi hava, at ein minniluti av tingfólki skal kunna krevja, at fólkaatkvøða skal vera um eitt ávíst tingmál. Hetta er ein skipan, sum er galdandi í Danmark, og hon er bara roynd einaferð.

 

Tey siga ikki, hvussu nógvir tingfólk skulu til fyri at kunna krevja eitt mál til fólkaatkvøðu. Tað verður ein samráðingarspurningur við aðrar flokkar, men áður hevur verið nevnt, at ein triðingur av tinglimunum skal kunna krevja fólkaatkvøðu, tað eru 11 tinglimir.

 

Verður hendan skipanin sett í verk, kunnu Fólkaflokkurin og Miðflokkurin krevja at fáa eitt mál til fólkaatkvøðu, bara fyri at nevna eitt dømi. Men tey stúra ikki fyri, at skipanin fer at verða misbrúkt, tí tað er so álvarsligt, at flokkar, sum ”spæla hund”, og fara at krevja fólkaatkvøðu um líkt og ólíkt, fer at missa virðingina í fólkinum og fara ikki at fáa undirtøku á einum vali.

 

Kortini eru tað onnur, sum vænta, at tey fyrstu árini fara tað at vera nógvar fólkaatkvøður, men tey halda ikki, at tað er tann stóri skaðin, at fólkið sleppur at siga sína hugsan.

 

Men eitt slíkt amboð fer eisini at leggja eitt serligt trýst á meirilutan í løgtinginum um at arbeiða eftir fólkaræðiligum grundsjónarmiðjum og at vera meiri semjusøkjandi.

 

Summi tjóðveldisfólk stúra fyri, at hetta kann geva baksláttur, tí hvat nú, varð fólkaatkvøða um at gera Eysturoyartunnilin ella Skansabryggjuna í Havn.

 

Harumframt skulu eitt prosenttal av veljarunum kunna skriva undir eina adressu um at fáa fólkaatkvøðu um eitt ávíst mál til fólka og so skal fólkaatkvøða vera.

 

Tey nevna heldur ikki, hvussu stórt tað prosenttalið kann vera, tí eisini tað verður ein samráðingarspurningur. Men áður hava tey nevnt, at 10-15 prosent av veljarunum er nóg mikið.

 

Samstundis við Tjóðveldi hava, at almenningurin skal fáa rætt til at fáa innlit í allar avgerðir hjá politiska valdinum, og samstundis skal tað bera til at hava almennar hoyringar um týdningarmikil mál.

 

Tjóðveldi heldur eisini, at tað er í stríð við fólkaræðið, at sum skipanin er nú, kann løgmaður verður sitandi, so leingi hann bara ikki fær ein meiriluta ímóti sær. Tí vil Tjóðveldi hava, at hereftir skal løgmaður, og alt landsstýrið, leggja frá sær eftir hvørt val.

 

Samstundis skal ein lóg setast í gildi sum gevur almennum starvsfólki rætt at boða frá óreglusemi.