- Eg haldi, at eg var tann mest róliga her inni, tá gekkahjólið steðgaði á miljónini, og tað var greitt, at vinningurin var mín.
Tað sigur Astrid Eiriksdóttir Reynheim, tá vit stutt eftir, at hon var vorðin miljóningur, spurdu hana, hvussu tað kendist at vinna ein so stóran vinning.
- Mamma mín Leila var fjarritari, tí eg eri so smæðin. Eg haldi, at øll hini, sum inni vóru, leikaðu meira í enn eg. Eg eri rólig av lyndi, og tað var eg eisini í kvøld.
Astrid dylur tó ikki yvir, at hon gjørdist serstakliga glað, tá gekkahjólið í triðju og seinastu royndini hjá henni steðgaði á miljónini, sum hetta kvøldið var í bláa gekkinum.
- Jú, eg gjørdist mega glað, og eg eri eisini ógvuliga glað um, at eg nú kann rinda onkra rokning, sum liggur. Hvat eg annars fari at brúka pengarnar til, veit eg slett ikki í løtuni. Eg fari at hugsa meg væl um, áðrenn nøkur støða verður tikin til tað.
Vil hava koyrikort
Eitt er Astrid Reynheim tó sannførd um. Tá hon fyllir 18 ár hin 24. juni næsta ár, skal hon hava koyrikort til bil.
- Men, um eg fari at keypa mær ein nýggjan bil - nei, tað er slett ikki sikkurt, leggur hon aftrat.
Astrid sigur, at hon ætlar sær eisini ein túr niður til Liverpool at vitja 26 ára gomlu fostursytir sína, sum lesur har niðri.
- Annars ætli eg mær at taka tað púra róligt og síggja tíðina ann, sum hon tekur til.
Misti pápa sín
Astrid misti pápa sín Eirik Reynheim í januar í ár, tá hann eftir minni enn einum ári doyði av krabbameini.
Tá Sosialurin hitti Astrid í telefonini stutt eftir, at hon hevði vunnið miljónina fríggjakvøldið, hittu vit eisini mammu Astrid, Lailu Reynheim.
- Tað hevur verið tungt hjá okkum, síðan maður mín doyði. Vit áttu fýra børn saman og eina fosturdóttir. Astrid er næst yngst, og í kvøld vóru vit í Sørvági og vitjaðu elstu dóttir mína, Barbaru Reynheim Mouritsen, sum er gift og býr í Sørvági, segði ein ógvuliga fegin, Leila Reynheim, við Sosialin fríggjakvøldið.