Tey 17 grundstykkini, sum Sørvágs kommuna hevur útvegað á Middagsvarða í Sørvági, vórðu handað kommununi í seinnu hálvu av juli mánaði í ár. Tað var Sp/f KJO, sum stóð fyri arbeiðnum, ið byrjaði fyri einum ári síðan. Í fyrstu syftu var ætlanin ikki at planera stykkini, men av tí, at nógv skuldi spreingjast, varð gjørt av at planera øll stykkini.
Tá grundstykkini eru matrikkulerað um vónandi ikki so langa tíð, verða tey klár at selja. Støddin á grundstykkjunum liggur millum 615 og 852 fermetrar. Tað eru nú nøkur ár síðan, at Sørvágs kommuna útstykkjaði seinast, og tí kann hugsast, at tað eru fleiri, sum nú bíða eftir at sleppa í gongd. Tað eru fleiri, sum seinastu tíðina hava vent sær til kommununa um grundstykki.
Umframt tey 17 grundstykkini, sum nú verða klár á Middagsvarða, hevur Sørvágs kommuna eisini møguleikan at grava út fyri nøkrum grundstykkjum aftrat. Í næstum fer kommunan at bjóða fólki, sum hava skrivað seg á ein lista við ynski um grundstykki, til fundar. Her vil kommunan hava at vita, hvussu stórur veruligi áhugi er, nú grundstykkini skjótt verða klár at selja.
Ætlanin er nevniliga, at tey, sum keypa stykkini, skulu koma við umsókn um byggiloyvi í seinasta lagi umleið hálvt ár eftir tilsøgnina um grundstykkið. Tá fólk lúka hesar treytir, sleppa tey eisini at keypa stykkini og byggja sær hús. Ein serstøk byggisamtykt verður eisini galdandi fyri útstykkingina á Middagsvarða. Eitt av endamálunum er, at øll, sum vilja byggja í nýggju útstykkingini, skulu hava rímiligt útsýni.