171 børn teknaðu fyri umhvørvið

Teir tríggir vinnararnir av teknikappingini hjá Umhvørvisvikuni í Tórshavnar Kommunu eru nú funnir. Teir vóru funnir millum 171 børn ið teknaðu fyri kommununa.

Hósdagin kundi sostatt Bogi Andreasen, limur í umhvørvisnevndini, handa vinningarnar í teknikappingini sum hevði til endamáls at gera børn tilvitað um umhvørvið.

Tekningarnar sum vunnu vórðu vístar fram, tá børnini fingu diplom handað. Elin Lindenskov, forkvinna í umhvørvisnevndini, sum hevur verið partur av dómarabólkinum, greiddi frá myndunum, og hví júst hesar myndirnar vunnu.

171 børn luttóku í teknikappingini íalt, harav 62 børn vóru undir skúlaaldur, 95 børn úr 1. til 3. flokki og 14 børn úr 4. flokki og eldri.

Teir tríggir vinnararnir vóru: Børn undir skúlaaldur: Jákup Davidsen, Haraldstrøð 2, 6 ár; Børn 1. – 3. flokkur: Sára Zakariassen, Maritugøta 47, 1. flokkur; og Børn 4. flokkur og eldri: Zacharias Møller, Jónas Broncksgøta 3, 12 ár, 5. flokkur.

MYND: Tríggir ernir vinnarar – vinstrumegin: Jákup Davidsen, Sára Zakariassen og Zacharias Møller, saman við býráðsliminum Boga Andreasen