174 fólk undir 18 ár í Hvalbiar kommunu

Tað er ikki bara skattainntøkurnar, sum veksa í Hvalbiar kommunu. Tað ger fólkatalið eisini.

Tað er ikki bara skattainntøkurnar, sum veksa í Hvalbiar kommunu. Tað ger fólkatalið eisini. Higarti í ár eru 19 fólk fleiri í kommununi enn við ársbyrjan í ár.

 

Í Hvalbiar kommunu, sum eisini fevnir um bygdina Nes og Sandvík, búgva í dag 728 fólk, harav 174 fólk eru undir 18 ár.

 

Borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Trúgvi Gudmundarson, sigur, at fyri fáum árum síðan var fólkatalið í kommununi komið niður á 703 fólk. Tað merkir, at fólkatalið í kommununi er vaksið við út við 30 fólkum seinastu 2-3 árini.

 

- Fyrstu 10 mánaðirnar í ár var skattainntøkan umleið 1,4 miljónir størri enn somu mánaðir í fjør, og tað er nógv hjá einari kommunu, sum er á stødd við okkara.

 

Trúgvi Gudmundarson sigur, at í Hvalbiar skúla ganga umleið 90 næmingar í 1. og upp í 9. flokk, meðan 10. floks næmingarnir ganga í Tvøroyrar skúla.

 

- Vit hava einar 10-12 dagrøktarmammur í kommununi, og tær ansa meginpartinum av teimum børnum, sum eru í dagrøkt. Haraftrat hava vit avtalu við Tvøroyrar kommunu um barnaansing.

 

Hann vísir á, at tað tó er soleiðis, at flestu foreldur vilja hava børnini ansaði í kommununi, meðan tey fæstu hava børnini á stovni á Tvøroyri.

 

- Vit gleða okkum, til vit fáa okkara egna barnagarð, sum fer at nøkta tann tørv á ansingarplássum, sum vit hava í kommununi, sigur Trúgvi Gudmundarson.