18 mánaðir – har vit hava loyst hvønn dag

Ongin stjórn í Føroyum hevur avrikað og loyst so nógv uppá hálvt annað ár sum sitandi samgonga. Vit hava miðvíst stýrt eftir greiðum politiskum málum gjøgnum brotasjógvar á truplum og skiftandi heimligum leiðum og heimshøvum. Nú eru tey næstu stóru tøkini fyri framman at fremja. Og tey skulu vit eisini megna at loysa saman

Tíðargrein:

 

Í gjár var júst hálvt annað ár runnið, síðani Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn skipaðu stjórn 22. desember 2022. Tað tykist ikki so stutt síðani... ella hvussu? Vit hava øll lyndi at gloyma so skjótt í politikki.

 

Fyri 18 mánaðum síðani valdaði ruðuleiki í føroyskum politikki og val varð útskrivað. Stór mál lógu støðugt óloyst – og fólk kunnu sjálvi greiða frá, viga og hugsa um, hvussu tað gekk og stóð til tá.  

 

Nú er hálvt annað ár farið. Og hvussu sær út?

 

Ja, eg loyvi mær at sláa fast, eftir nógv ár í politikki og í nógvum samgongum: At ongin samgonga hevur avrikað so nógv sum hendan uppá bert hálvt annað ár. Ella enntá uppá eitt heilt valskeið. Vit hava miðvíst framt tey politisku mál, sum eru avtalað í samgonguskjalinum.

 

Eri burturúr errin av arbeiðinum hjá okkara dugnaligu og nærløgdu fólkum í Tjóðveldi, ið saman við okkara samgongufeløgum og øðrum flokkum, hava arbeitt saman so væl fyri land og fólk. Og hava viljað funnið semjur fyri tjóðina og fyri møguleikarnar hjá fólki kring alt landið. Ikki bara rópt eftir øðrum, blást seg sjálv upp, sett seráhugamál fremst, skapt ódnir í snapsagløsum hvønn dag – ella talað til uppskriftina uppá heimsins óunniliga politiska rák: ”Eg-meg-mær-mítt – og vertin á restina”.

 

Frælsi, samhaldsfesti, ábyrgd og haldføri

 

Úrslitini tala fyri seg. Vit hava loyst hvønn dag. Vit eru nærri teimum frælsu Føroyum enn nakrantíð. Vit eru nærri fíggjarligum sjálvbjargni og haldførum búskapi enn nakrantíð. Vit eru nærri einum samhaldsføstum og rættvísari samfelag, har gerandisdagurin og møguleikarnir batna grundleggjandi hjá fólki kring alt landið. Vit hava munin styrktan vinnupolitikk. Vit hava stórar batar á almanna- og heilsuøkinum og í vælferðartænastum. Vit hava týðandi framstig í skúla-, útbúgvingarmálum og gransking. Vit hava nógv betri mentanar-, mál- og listapolitikk. Vit hava tikið stór tøk til burðardygga náttúru- og tilfeingisumsiting og til grønan umhvørvis- og orkupolitikk. Okkara tilbúgving, eftirlit og rættartrygd er bøtt munandi. Betri samferðsla og útbyggingar av tænastum kring landið, eru framd. Vit hava so nógv betri javnstøðu í politikki. Og í uttanríkis- og trygdarpolitikki eru vit miðvíst við at gerast ein sjálvstøðug tjóð í heiminum við egnum fólkaræði, ábyrgd og skyldum og beinleiðis sambandi við allan heimin.

 

Tann langi listin

 

Skal eg taka burtur úr rúgvuni av málum, sum eru framd, gerst listin skjótt øgiliga langur:

 

  • Tey málini, ið snúðu seg um javnrættindi hjá fólki í landinum, og elvdu til, at val varð útskrivað, vóru loyst eftir eini viku.
  • Blokkstuðulin er samtyktur niðurskorin við 100 mió. kr. Blokkurin fer nú undir 2% av okkara egnu skapan og framleiðslu.
  • Vitaverkið og sjóuppmerking eru komin á føroyskar hendur og sjórætturin samtyktur yvirtikin (í fullari semju í tinginum).
  • Loftferðsla og loftrúm er semja gjørd við danskar myndugleikar um at taka á føroyskar hendur, har vit byggja upp okkara egna eftirlit, radara og tænastur.
  • Íleggingargrunnurin fyri Føroyar er yvirtikin (ið hevur verið roynt í meira enn 20 ár).
  • Farsóttarøkið og onnur heilsumál eru yvirtikin, og Landslæknaembætið verður yvirtikið.
  • Hjálparpakki varð samtyktur beinanvegin til familjur, ið eru ringast fyri. Síðani er eitt orkuískoyti komið ístaðin.
  • Lønarlyftið til fakbólkar á vælferðarøkinum er framt, sum Tjóðveldi gjørdi uppskot um í 2022 og fór til val uppá. Tað er fíggjað í fullari semju við kommunurnar.
  • Skattalætti er veittur til lág- og miðalinntøkur. Hetta er størsti skattalætti til hesar inntøkubólkar nakrantíð, meðan hægstu inntøkurnar gjalda meira. Tað fer at merkjast veruliga, nú lønirnar hækka og verkafólk hava stríðst seg til eitt lønarlyft.
  • Barsilsskipanin er betrað – eisini fyri lesandi.
  • Serskattaskipanir eru minkaðar og broyttar.
  • Allar broytingar eru fult fíggjaðar.
  • Meira peningur verður nú settur í Búskapargrunn Føroya.
  • Príseftirlit er samtykt í breiðari semju millum allar flokkar
  • Tøkugjøld og veiðugjøld eru hækkað til at lata meira til fólkið fyri framíhjárættindi og at fíggja vælferðartænastur og lækking av vanliga lønarskattinum – og kommunur hava fingið part av tí.
  • Breið langtíðarsemja er gjørd um gjøldini frá alivinnuni til landið fyri framíhjárættin at ala.
  • Allar almannaveitingar, pensjónir og lestrarstuðul eru javnaðar.
  • Mótrokningin hjá pensjónistum er bøtt munandi.
  • Stovnsrøktarátøk eru fyri fyrstu ferð sett í verk beint eftir tilmælunum frá Havstovuni og fiskifrøðini.
  • Størri atkomiligheit er framd hjá nýggju aktørunum í fiskivinnuni.
  • Útróðrarbátarnir hava fingið betri treytir á Føroya Banka.
  • Vørn hevur fingið hægri játtan til eftirlit og eygleiðarar.
  • Fult ognaryvirlit í fiskivinnuni er gjørt og yvirlit yvir, hvør í veruleikanum situr við atgongdini til fólksins ogn.
  • Semja er gjørd við Noreg og Bretland um makrelin, sum er eitt bragd hjá okkara samráðingarfólki.
  • Nýggj strandafaraskip eru samtykt at byggjast til útoyggjarnar.
  • Fyrieikingar og haldførisætlan fyri Suðuroyartunnilin er gjørd, og verður helst framd í breiðari semju millum allar flokkar.
  • Nýggj náttúrverndarlóg er samtykt, ið hevur ligið óloyst í áratíggju.
  • Nýggj elveitingarlóg er samtykt.
  • Nýggj pantskipan fyri at sleppa av við fløskur er samtykt, eftir óteljandi ár uttan úrslit.
  • Broytingar eru framdar fyri fólkaskúlan, ið skulu tryggja betri trivnað og umstøður og lærumøguleikar.
  • Fleiri flokkar verða tiknir inn til námsfrøði.
  • Nýtt kampus til Fróðskaparsetrið er samtykt at byggjast.
  • Stuðulin til tónleik og til tónleikaútflutning er hækkaður.
  • Afturberingarskipan til filmsverkætlanir er sett í verk.
  • Stuðulin til mentan, film, orðabókagerð og til mentanarhús er hækkaður.
  • Bókasavnsøkið er styrkt og betrað.
  • Loysn fyri Kringvarpið er gjørd, og miðlastuðulin hækkaður.
  • Heilsustýrið er skipað.
  • Avtala er gjørd um, at Sjúkrahúsverkið verður gjørt til Universitetssjúkrahús.
  • Dialysa á Suðuroyar Sjúkrahúsi er loyst og sett í verk. Tað sama skipanin fyri nýggja skannaran á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
  • Ognarskrá og eftirlit við eigaraskapi í fyritøkum og feløgum er styrkt.
  • Loyvi at selja rúsdrekka hjá framleiðarum er framt.
  • Løgtingskvinnur kunnu nú kalla seg løgtingskvinnur – sum hevur ligið óloyst í áratíggju. Og javnstøða er í landsstýri og hjá samgonguflokkunum á tingi.
  • Pensjónsskipanin hjá løgtingsfólki er broytt, – sum hevur ligið óloyst í áratíggju.
  • Betringar í ferðslulógini eru samtyktar í breiðari semju.
  • Nettrygdarætlan er gjørd og fyrstu átøkini samtykt einmælt á tingi.
  • Lóg um burðardygga ferðavinnu er samtykt í breiðari semju – sum kann skipa viðurskiftini lokalt hjá bygdum og ferðafólki, verja náttúruna og mentanina, tryggja inntøkur kring landið – og gevur íbúgvum landsins frælsi at ferðast í náttúruni við neyðugari ábyrgd.
  • Nógv átøk eru gjørd í landbúnaðarpolitikkinum og ein nýggjur landbúnaðarpolitikkur er gjørdur, sum vónandi verður samtyktur í breiðari semju millum flokkarnar.
  • Arktiski politikkur Føroya er samtyktur einmælt á Løgtingi.
  • Ein føroyskur tjóðartrygdarpolitikkur er einmælt samtyktur á løgtingi.
  • Samstarvsavtala er gjørd við ES.
  • Samskift verður nú beinleiðis við USA, NATO, Bretland, Danmark, Norðurlond og onnur lond um trygdar- og verjupolitikk, har Landsstýrið og Løgtingið viðgera øll mál og skulu taka avgerðirnar undir málinum: “Onki um okkum – uttan um okkum.”
  • Nýggj sendistova í Washington letur upp í heyst.
  • Samráðingar eru við fleiri lond um fríhandil og betri útflutningsmøguleikar.
  • Russlandspolitikkurin er lagdur við egnum føroyskum tiltøkum: Havnastongsli, skip út úr serøkinum, umframt somu tiltøkum sum ES-lond, og fullum og øktum stuðli til Ukrainska fólkið – sum lutfalsliga eru minst líka sterk, sum hjá okkara grannalondum.
  • Játtanin til menningarhjálp er hækkað.
  • Bústaðir hava fingið heimild til saman við kommunum at byggja almannagagnligar bústaðir og økta fígging er útvegað.
  • Brekumboð er samtykt eftir mong ár við ætlanum og ongum úrslitum.
  • Týðandi útbyggingar eru samtyktar og stuðlaðar kring landið á almanna-, heilsu, skúla-, mentanar- og samferðsluøkinum.
  • Nýggir bústovnar eru tiknir í nýtslu.
  • Integrasjónslóg er gjørd og send til hoyringar

 

Og eg kundi nevnt so mangt annað afturat.

 

Men nógv er eftir at loysa...

 

Alt, ið er samtykt og framt, fer ikki at virka lýtaleyst. Har fara at vera ivamál og afturstig og justeringar at gera. Og sjálvsagt er nógv eftir at loysa. Ovast á dagsskránni eiga at vera:

 

  • Semjur um langtíðarhaldførið í føroyska búskapinum og avtalur um fíggjarpolitiskt regluverk og langtíðaríløgur.
  • At skapa menniskjaligt haldføri í Føroyum, har fólk vilja seta búgv, eiga og uppala børn í bestu umhvørvum og skúlum, skapa og elska, útbúgva seg, granska, seta í verk nýggjar hugsanir og vinnumøguleikar, eldast og hava góðar tænastur og trivnað, verja náttúru og umhvørvi, skapa mentan og list, menna mál – og liva mitt í verðini við sambandi til heimsins tjóðir og ábyrgd í heimsins meldri.  
  • Bústaðarmøguleikarnir og prísirnir – og møguleikin at seta búgv kring landið fyri rímiligan penga hjá vanligum fólki.
  • Støðan hjá teimum familjum og fólkum, ið eru ringast fyri fíggjarliga og teimum, ið hava serligan tørv.
  • Ójavnin í ognum og miðsavningin av ognum í landinum má broytast.
  • Ein rættvísari og virðisskapandi fiskivinnupolitikkur og vinnupolitikkur, ið leggur dent á smærri og miðalstóru fyritøkurnar.
  • At fáa egnan limaskap í altjóða felagsskapum sum WTO, ST-stovnum, fiskiveiði-,  náttúru- og veðurlagsstovnum og útbúgvingar- og granskingaravtalum.
  • Grøna orkuskiftið og veðurlagspolitikkurin.
  • Styttingin av arbeiðsvikuni.
  • Og ikki minst: Mál og mentanar- og listapolitikkurin. Vit mugu gera íløgur og skipanir til tess at nútímansgera og skapa møguleikar hjá okkara máli og mentan og list at mennast á talgildu pallunum og í undirvísingartilfari og almenna rúminum sum heild.

 

Hugsa sum eitt fullveldi – virka sum eitt fullveldi

 

Fyri okkum tjóðveldisfólk er týðandi, at vit hava málini greið og hugsa fram í tíðina. At vit loysa málini og mugu loysa saman við øðrum. At vit duga at gera semjur og at fremja tær, hóast vit sjálvsagt ikki fáa alt okkara ígjøgnum. At vit virða sjónarmiðini hjá øðrum. At vit eru álítandi og nærløgd, uttan at blæsa okkum upp og niðurgera onnur, hóast ágangurin kann vera stórur. Og at vit geva øðrum tann heiður, sum er uppiborin, fyri at gera semjur og taka tøk saman.

 

Føroyar eru mitt í verðini, har vit mugu hava okkara egnu rødd og taka ábyrgd og støðu í heimsins í løtuni ræðuligu gongd við kríggi, órætti, ójavna og mistari framtíð hjá so nógvum fólki í heiminum.

 

Hóast vit ikki eru fræls og fullvalda tjóð enn, so mugu vit í øllum, sum vit gera, hugsa sum eitt fullveldi og virka sum eitt fullveldi. Vit mugu bara gera tað: Taka alla ábyrgd og útreiðslur á okkum, uttan at fáa allar fyrimunirnar av at vera fræls tjóð við fríari atgongd til altjóða felagsskapir og avtalur við onnur lond. Tað kann væl skírast “at spæla fólk í húsi”. Men tað flytur fjøll, og flytur okkum fram hvønn dag móti fullveldinum. Hugsið tykkum bara, hvussu vit arbeiða í løtuni í uttanríkispolitikki og trygdarpolitikki, og hvussu vit minka blokkstuðulin og skapa ein sjálvberandi búskap. Vit hugsa sum eitt fullveldi – vit virka sum eitt fullveldi. Hetta var óhugsandi fyri bara fáum árum síðani. Og flestu fólk taka undir við tí í dag, hóast tað var øgilig mótstøða fyrr.

 

Eitt trístøkk eftir til fullveldi

 

Við at hugsa og virka soleiðis, er eftir hetta valskeiðið bert eitt trístøkk eftir til, at Føroyar gerast fullveldi og eitt ordiligt land í heiminum: 1) At taka løgreglu, dómsvald og allan lestrarstuðul til føroysk lesandi uttanlands á føroyskar hendur (ið skal vera betri enn tað, sum er í dag). 2) At minka seinastu minni enn 2% av blokkstuðlinum burtur. 3) At gera eina skilagóða avtalu við Danmark um framtíðar samstarv millum tvey sjálvstøðu ríki, sum kann fara til fólkaatkvøðu saman við føroyskari grundlóg.

 

Eisini hetta loysa vit. Saman. Við øðrum. – Og fólkið eigur avgerðina.

 

 

 

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi