18 prosent av ungum rakt av arbeiðsloysi

Tey ungu sum eru rakt av arbeiðsloysi eru helst fleiri enn regluligu hagtølini um arbeiðsloysið siga, skrivar Hagstova Føroya. Hagstovan kunnger regluliga arbeiðsloysið - grundað á skrásetingarnar hjá ALS og Almannastovuni um arbeiðsleys. Í tí uppgerðini stendur, at í novembur í fjør vóru 270 fólk millum 16 og 24 ár rakt av arbeiðsloysi.

Samstundis ger Hagstovan eina arbeiðsfjøldarkanning ? grundað á spurnarumfar ? sum harafturímóti vísur, at í sama aldursbólki vóru 865 rakt av arbeiðsloysi.

Regluliga uppgerðin vísur altso at 5,6% av teimum ungu vóru rakt av arbeiðsloysi, meðan arbeiðsmarknaðarkanningin sigur at tað vóru 18,1%.

Havast skal sjálvandi í huga, at ein stórur partur av hesum ungu eru skúlaungdómur, sum sigur seg vilja hava eitthvørt arbeiði, og sum eru tøk til arbeiðis, men ikki til fulltíðarstarv. Men hóast tey bara sóknast eftir parttíðarstarvi, so skulu tey sambært ILO (International Labour Organization) roknast sum arbeiðsleys.

Tað eru í størri mun ungu menninir, sum siga seg vera arbeiðsleysan. Av monnum millum 16 og 24 ár sum vóru við í spurnarkanningini, vóru 21,4% teirra raktir av arbeiðsloysi, meðan kvinnurnar í aldurbólkinum vóru 14,3%. Hetta er í báðum førum munandi meira enn tey ávikavist 6,0% og 5,2%, sum skrásetingar hjá ALS og Almannastovuni siga um arbeiðsloysið.