18 ár og lyklaleikari

Jacklin Durhuus fyllir 19 ár í morgin, men hóast sín unga aldur, so er hon ein av lyklaleikarunum hjá besta kvinnuliðnum hjá VÍF, sum hevur tikið mong á bóli í hesum kappingarárinum

Eftir at hava verið á odda við trimum málum seint í dystinum móti Kyndli og avlíkavæl hava tapt, so er tað væl skiljandi, at ein av evnaríkastu kvinnuligu hondbóltsleikarunum í landinum, Jacklin Durhuus úr Vestmanna, sær rættuliga vónbrotin út, nú Yngd hittir hana ein góðan hálvan tíma eftir, at dysturin er lokin. Vit fara eitt sindur til síðis og fáa okkum eitt prát um, hvussu tað er hjá einari 18 ára gamlari gentu at verða berandi kraft hjá einum av oddaliðunum í 1. deild hjá kvinnum í hondbólti.


Byrjaði sum átta ára gomul

Tað eru góð tíggju ár síðani, at tann tá átta ára gamla Jacklin Durhuus gekk stuttu leiðina frá heiminum í Gørðum í Vestmanna og yvir í ítróttarhøllina til sína fyrstu venjing. Sum Jacklin sjálv sigur tað, so er tað helst so, at allir vestmenningar fyrr ella seinni hava roynt at spælt hondbólt,og tí var tað bara ein sjálvfylgja, at man fór undir at venja hondbólt. Tá var ikki tað stóra skili á venjingini hjá teimum yngru deildunum í felagnum, og sum Jacklin sigur, so var tað sum oftast tveir eitt lítið sindur eldri dreingir, sum stóðu fyri venjingini. Av somu orsøk vóru úrslitini ikki so góð fyrstu árini.

Tá ið Jacklin spældi í deildini gentur 14 ár, hendi ein stór broyting í VÍF, sum fekk stóran týdning fyri hondbóltin í Vestmanna. Danin Lars Nedergaard var settur sum venjari hjá øllum liðum felagsins og undir hansara leiðslu kom nógv betur skil á venjingina.

Hetta gav eisini úrslit hjá Jacklin og hennara liðfeløgum, tí tær gjørdust føroyameistarar í deildini gentur 14 ár, og í árunum aftaná vunnu teir eisini fleiri heiðursmerkir.


16 ár og 1. deildarleikari

Tá ið Jacklin var einans 16 ára gomul leikti hon sín fyrsta deild í 1. deild, men longu árið frammanundan hevði hon leikt á besta liðnum hjá VÍF sum 15 ára gomul, tá ið tær vóru í 2. deild.

Hetta var sjálvsagt ein stór broyting fyri eina so unga gentu, men tað vandi man seg skjótt við. Tað gjørdist skjótt greitt, at Jacklin hevði serliga góð hondbóltsevnir, og tað løgdu hini liðini eisini til merkis, og tað var ikki óvanligt, at mótstøðuliðini valdu at mansverja Jacklin, hóast hon var yngsti leikarin á liðnum.

Fyri tveimum árum síðani gekk so illa hjá VÍF, at tær í fjør noyddust aftur at leika í 2. deild. Jacklin gekk tá í skúla í Havn, og hon valdi tí at leika við øðrum havnarfelagnum, Kyndli. Um hetta sigur Jacklin við Yngd, at tað var øgiliga gott, men tað var somuleiðis ein stór broyting í at venja við VÍF og so Kyndli.

Í Vestmanna er kvinnuliðið ongantíð tikið í álvara fyrr enn nú, men tað merktist beinan vegin í Kyndli, at har høvdu kvinnurnar so sanniliga eisini sítt at siga. Somuleiðis var venjingin í Kyndli, undir leiðslu av Sophus Dal-Christiansen, eisini nógv harðari enn Jacklin var von við. Ein annar stórur munur var tað, at fleiri av teimum, sum Jacklin hevði leikt við í Vestmanna, høvdu familju, og hetta noyddist ein altíð at hava í huga, um onkur ikki møtti til venjing. Í Kyndli var tað so at siga eingin, sum átti børn, og tískil bar betur til hjá leikarunum at møta til venjing hvørja ferð.

Jacklin hevur øll síni ungdómsár í VÍF leikt á vinstra bakki, men tá ið hon kom til Kyndil, fekk hon ikki hetta pláss, tí har hevði Kyndil longu Lotte Sørensen og Rakul N. Joensen. Ístaðin fekk Jacklin plássið á vinstra vongi, men eisini hetta vandi hon seg skjótt við.

At Jacklin so í fjør eisini var ein týðandi leikari á liðnum hjá Kyndli, sum vann føroyameistaraheitið, gjørdi ikki árið hjá henni í havnarfelagnum ikki minni minningarríkt.


Aftur í Vestmanna

Í summar gjørdist Jacklin liðug við skúlagongd sína í Hoydølum, og hon flutti aftur til Vestmannar. Kvinnurnar hjá VÍF høvdu vunnið sær rættin til aftur at spæla í bestu kvinnudeildini, og Jacklin var ongantíð í iva um, at hon fór at spæla við barndómsfelagnum í heimbygdini aftur.

Felagið útvegaði sær leikandi venjarar úr útheiminum. Hjúnini Daniel og Ioana Rapa úr Rumenia gjørdu sáttmála við VIF, og Ioana var sett til at venja kvinnuliðið.

Ein skuldi trúð, at hetta fór at verða ein stór broyting hjá Jacklin og teimum at venja undir einari kvinnu úr Rumenia, men so var ikki greiðir Jacklin frá. Venjingin hjá Ionau er ikki stórt øðrvísi ella harðari, enn hvat eg var von við frammanundan, sigur Jacklin, men leggur aftrat, at tað kravdi sítt hjá rumensku hjúnunum at venja seg við umstøðurnar í Føroyum.

Tey bæði noyddust at gera sær greitt, at tað ikki altíð er líka lætt at fáa føroysk familjufólk at koma til venjing hvønn dag í vikuni, tá ið havt verður í huga, at hondbólturin bert er eitt ítriv hjá leikarunum. Hetta hava bæði Ioana og Daniel dugað væl at takla. Tey hava duga stak væl at laga seg eftir umstøðunum, sigur Jacklin.


VÍF góða framtíð

Hjá teimum flestu hondbóltsáhugaðu føroyingunum er góða úrslitið hjá 1. kvinnuliði hjá VÍF í ár eitt sindur óvæntað. Jacklin sigur eisini, at hon ikki hevði roknað við, at tað fór at ganga so væl, sum tað hevur gjørt, men hon hevði tó væntað eina javna og spennandi kapping. At VÍF so er við í oddinum, ja tað er bara eitt eyka pluss.

Spurd, nær hon væntar, at VÍF gerst føroyameistari í bestu kvinnudeildini, sigur Jacklin við einum brosi, at verður tað ikki í ár, so verður tað innan fyri tey næstu trý árini. Felagið hevur nógvar ungar og evnaríkur gentur á veg. Millum annað eru einar fýra ella fimm gentur úr Vestmanna á U-16 landsliðnum hjá kvinnum, so tað er gott í væntu hjá Jacklin og hinum kvinnunum í VÍF.

At Ioana Rapa so eisini verður leikandi venjari komandi kappingarár, ger ikki støðuna verri, og tað er ikki sørt, at ein hevur varhugan av, at tað er ein lætti fyri Jacklin, at Ioana er komin á liðið, tí nú er tað sum oftast rumenin og ikki Jacklin, ið verður mansvard. Hinvegin førir mansverjing av rumenska venjaranum við sær, at tað í nógvum førum verður spælt upp til, at Jacklin skal verða tann, ið endar eitt álop við einum skoti ella gjøgnumbroti. Á henda hátt kann ein hugsa sær, at ábyrgdin á herðunum á ungu vestmannagentuni gerst rættuliga stór, men hetta er ikki nakað, sum Jacklin hugsar um.


Arbeiðir, venur og hvílur

Tú kanst valla finna ein hondbóltsspælara í Føroyum, sum gongur meiri upp í sína ítrótt, enn Jacklin Durhuus. Við síðuna av arbeiðinum hjá sær fæst Jacklin ikki við annað enn hondbólt.

Hennara dagliga yrki er á virkinum Atlantis í Vestmanna, har tey arbeiða laks. Tá hon fær frí frá arbeiði, fer Jacklin til húsa, har hon hvílur seg, áðrenn leiðin gongur yvir í høllini til venjing.

Ikki eru stundir til nógv annað, men vestmannagentan hevur havt eitt annað ítrív, ið er hornblástur, men tað verður ikki gjørt so nógv við nú.


Kappingin stuttligari

Tá ið vit spyrja Jacklin, hvør ið verður føroyameistari hjá kvinnunum í ár, er hon eitt sindur trek at svara. Hon heldur ikki, at nakar greiður favorittur er, men kappingin fer helst at standa ímillum Kyndil, Neistan, VÍF og Stjørnuna.

At kappngin í ár hevur verið so jøvn, heldur Jacklin bert hevur gjørt tað stuttligari at spæla. Nú er tað ikki óvanligt at spæla fyri nærum fullum høllum, og tað tykist sum um, at áhugin fyri kvinnuhondbólti er alsamt vaksandi, leggur hon aftrat.

Tó hevur Jacklin eitt hjartasuff, og tað er tann arbeiðshátt, ið fjølmiðlarnir mangan brúka, tá ið teir siga frá kvinnuhondbólti. Alt ov ofta er tað so, at fjølmiðlarnir ikki eru á staðnum, og tískil venda sær til heimildarfólk á staðnum. Hetta førir mangan við sær, at frásøgan frá dystinum gerst alt ov "partísk", og Jacklin nevnir í hesum sambandi eitt dømi um ein dyst í hesum kappingarárinum. VÍF hevði leikt í Klaksvík móti Stjørnuni, og dómaraavrikið hevði verið undir alt lágmark, serliga ímóti vestmannagentunum. Stjørnan vann dystin, og í bløðunum stóð at lesa, at dómaraavrikið hevði verið sera gott, og Jacklin heldur tað verða heilt klárt, at blaðmaðurin í hesum førinum bert hevur tosað við onkran sigurskátan klaksvíking.

Sjálv heldur Jacklin, at tað ikki eru meiri enn tvey ella trý góð dómarapør í landinum.


100 mál higartil

Hvar Jacklin fer við hondbóltinum í framtíðini er ilt at siga, men hugurin til at gera meira við tað er avgjørt til staðar, men so krevst eisini, at umstøðurnar eisini eru har, sigur Jacklin at enda.

Dysturin millum menninar hjá Kyndli og VÍF er fyri góðari løtu síðani farin í gongd aftur, men áðrenn vit sleppa evnaríka hondbóltsleikaranum úr Vestmanna, skal myndamaðurin líka sleppa at taka nakrar myndir av gentuni, sum higartil í hesum kappingarárinum hevur skotið eini 100 mál!