Løgreglan hevur eftirlýst ein bil - ein gráan Opel Astra frá 2007 - við nummarplátuni BD153.
- Bilurin er funnin aftur á stóra parkeringsøkinum við farstøðina í Kirkjubø, veit løgreglan at siga nú fyrrapartin í dag.
Løgreglan sigur, at bilurin, sum leitað hevur verið eftir, hevur staðið uttanfyri hjá Wenzel síðan á ólavøku.
Tað var í gjár, at ringt varð til løgregluna at melda, at bilurin var stolin, men eingin veit júst, nær bilurin er horvin.
Nú er hann so funnin aftur, og leitingin eftir bilinum er avblást. Spurningurin er so, hvør hevur framt stuldurin.