Í minsta lagi 180 fólk eru deyð í skalvalopum í Hindukush-fjøllunum norðan fyri afghanska høvuðsstaðin Kabul. Skalvalopini komu eftir herviligt kavarok mánadagin og týsdagin, og myndugleikarnir siga, at talan er um ta ringastu náttúruvanlukkuna í landsins søgu.
Heilsumálaráðharrin, Suraya Dalil, sigur, at umframt tey mongu deyðu hava 135 fólk fingið skaða. Skalvalopini tóku fleiri bilar og bussar av vegunum og stongdu báðar munnarnar á einum 2,6 kilometrar longum tunli.
Hermenn og tyrlur hjá NATO-deildunum eru við í bjargingararbeiðinum.