Hósdagin fingu 180 studentar prógv á Miðnámi á Kambsdali. Próvhandanin var í fullsettari Ítróttarhøll á Kambsdali. Nógvur tónleikur var á skránni, og rektarin flutti fram røðu.
Páll Isholm, rektari, hugleiddi við støði í sanginum Røttu skógvarnir hjá Eivør um, hvussu langa tíð tað kann taka at finna røttu skógvarnar at ganga í. Føroysk skúlasøga, samanleggingin av skúlunum á Kambsdali og kreppan í 90’unum vóru millum evnini.
Eisini hugleiddi Páll um, hvat hann sjálvur ætlaði fyri 25 árum síðani, tá hann bleiv studentur, og hvat tað síðani bleiv til.
- Vit vita lítið, hvagar vegurin ber okkum, og at eg skuldi standa her sum rektari og halda røða fyri 180 nýklæktum pisum á Kambsdali, var langt uttan fyri mítt hugflog tá. Hóast hugflogið var serstakliga gott hesar summardagarnar í 1992, segði hann.
- Tit fara at finna røttu skógvarnar. Og tit fara at slíta teir upp. Tí ivist eg ikki eina løtu í, segði Páll Isholm, rektari, at enda í røðu sínari
Nógvur tónleikar var eisini á skránni. Skúlakórið framførdi tveir sangir, Sólja Hansen framførdi Cantabile eftir Niccolò Paganini, og næmingar á A-stig í tónleiki framførdu eisini eitt lag.
Umleið 1000 fólk vóru til próvhandanina og aftaná varð boðið til ein drekkamunn á skúlanum.