19 ára gamli føroyingurin, Benjamin Øregaard, verður ein av manningini, tá kongaskipið Dannebrog kemur á vitjan í Føroyum um nakrar dagar.
Benjamin er føddur 12. juni í 1995. Hann er bæði føddur og uppvaksin í Danmark, men røturnar - og bæði foreldrini - eru úr Føroyum. Jensa, sum er mamman, er úr Saltangará og pápin, sum er Páll, er úr Klaksvík.
Benjamin hevur trý eldri systkin, Erlu, Boga og Elisabeth. Abbi Benjamin í móðirætt er nólsoyingurin, Otto Frist Hansen, sáli, og hann var mammubeiggi Ova Joensen, sála.
- Eg havi áður siglt við skúlaskipinum Danmark, eins og Ove og abbi mín Otto í sínari tíð eisini gjørdu.
Benjamin heldur, at tað er ógvuliga spennandi og “feitt” at sigla við kongaskipinum, Dannebrog, og sum heild elskar hann at sigla.
Spurdur, um aðrir føroyingar eru við kongaskipinum, sigur hann, at tað eru tað tíverri ikki.
- Ein dagur umborð byrjar við útpurring klokkan 07. Tú fert í bað, reiðir tær koyggjuna, etur morgunmat og síðan verður gjørt reint. Messing skal pussast, tú gongur róðurvakt á brúnni, og tú hevur útkikk.
Hann sigur, at tú hevur altíð okkurt at takast við. Eisini, tá tú hevur frí, hjálpir tú til, har tú kanst.
Benjamin Øregaard sigur, at gerandisdagurin umborð broytist, tá tey kongaligu eru við.
- Tá eru rutinurnar øðrvísi, og tær verða framdar á annan hátt - serliga hjá teimum, sum tá arbeiða í tí “kongaliga” partinum umborð.
Hetta er fyrstu ferð, at ungi føroyingurin er við kongaskipinum, og hetta er í samband við, at hann hevur herskyldu.
- Eg eri spentur eftir at síggja, hvussu Dannebrog fer at klára seg í føroyskum sjógvi, sigur 19 ára gamli, Benjamin Øregaard við in.fo.