Her eru allir átta innleiðandi HM-bólkarnir

Talan er um átta innleiðandi bólkar við fýra liðum

Tað er staðfest, at Føroyar eru í innleiðandi HM-bólki D saman við Montenegro, Spania og Paraguay. Føroyska kvinnulandsliðið fer at spæla sínar heimadystir í Trier. 

 

Føroyar leggja fyri við dysti móti Montenegro. Dysturin verður leiktur hósdagin 26. november klokkan 17.

 

28. november spæla okkara móti Spania, og 30. november er Paraguay mótstøðuliðið. Enda Føroyar millum trý tey ovastu liðini skulu okkara kappast í ovara endaspælinum. Enda Føroyar aftast verður talan um dystir um President´s Cup, ið er ein kapping millum tey átta liðini, ið enda aftast í sínum bólkum. 

 

HER eru allar átta innleiðandi HM-bólkarnir:

 

##med2##