Tann høgi benzinprísurin fær sum vera man bilførarar víða um heimin at brúka hugflogið fyri at spara sum mest. Men stundum røkkur hugflogið longri, enn gott er. Nú um dagarnar steðgaði løgreglan í Týsklandi einum rumenskum persónbili á motorvegnum við býin Ruhsdorf í landslutinum Bayern.
Tá bilurin steðgaði, og løgreglan bað bilføraran og ferðafólkini koma út, vísti tað seg, at tað komu ikki færri enn 19 fólk út úr bilinum. Talan var um 13 vaksin og seks børn, sum vóru á veg til Fraklands.
Løgreglan í Bayern sigur, at fimm av teimum 19 sluppu at halda fram í bilinum. Hini 14 máttu taka tokið.