19 føroyingar uppsagdir

Mærsk Supply Service kunngjørdi í august mánaði, at uml. 400 sjófólk hjá felagnum fóru at fáa uppsagnarskriv og upp til 20 skip verða seld.

 

Orsøkin var fallandi eftirspurningur og fallandi prísurin á olju. Felagið hevur eisini framt stórar broytingar innanhýsis og í skráseting av skipum.

 

Tað eru nógvir føroyingar, ið sigla hjá Mærsk og tí var hugsandi, at onkur føroyingur fór at verða millum tey uppsøgdu.

 

Nú sigur felagið tíverri, at tað er ein sannroynd. 19 av teimum 400, ið eru uppsøgd hava bústað í Føroyum.

 

Vit tosaðu við Antares í august, tá Mærsk kunngjørdi, at felagið fór at siga fólki upp. Tá væntaðu teir, at føroyingar fóru at verða partur av sparitiltøkunum.